placeholder
Annað

UEFA-forsetin rósar Føroyum

Aleksander Čeferin fegnast um, hvussu nógv føroyski fótbólturin hevur ment seg.

Aleksander Čeferin og Christian Andreasen (Mynd: FSF)

Aleksander Čeferin og Christian Andreasen (Mynd: FSF)

2018-09-14 15:04 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

UEFA forsetin Aleksander Čeferin var í gjár á stutta vitjan í Føroyum.

UEFA forsetin vitjaði m.a. á Tórsvølli, har hann hitti forsetan hjá FSF, Christian Andreasen, ið greiddi frá virkseminum hjá Fótbóltssambandi Føroya, m.a. um útbyggingina av Tórsvølli, ið m.a. er stuðlað av UEFA.

Eisini hitti UEFA forsetin Aksel V. Johannesen, løgmann, og Anniku Olsen, borgarstjóra í Tórshavnar kommunu.

"Eg eri fegin um at verða sloppin til Føroyar og sjálvur sleppa at síggja, hvussu fótbólturin hevur ment seg har," sigur Aleksander Čeferin, sambært heimasíðuni hjá UEFA.

"Vit eru øgiliga takksom fyri at vera limir í evropeisku fótbóltsfamiljuni, og um hvussu hetta gagnar menningina av føroyskum fótbólti," sigur Christian Andreasen, sambært UEFA.

Les meira her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder