Fótbóltur

Upptakt: Brakið er í Gundadali

Seinast sigraði NSÍ; HB kann hesuferð taka enn eitt stórt fet móti FM. Evropa og niðurflyting er uppá spæl á hinum oyggjunum.

Nógv er uppá spæl í Gundadali seinnapartin(Mynd: Jens Kr. Vang)

Nógv er uppá spæl í Gundadali seinnapartin(Mynd: Jens Kr. Vang)

2018-09-16 11:27 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Landsliðsstegðurin er av, og nú eru aftur dystir í Betri-deildini á skránni. 22.umfar verður leikt í dag, og tað er ymiskt uppá spæl kring landið.


HB – NSÍ
TB/FCS/Royn – AB
Skála – KÍ
EB/Streymur – Víkingur
07 Vestur – B36


Ólavsøkudag koppaði NSÍ vertunum, og gjørdist harvið fyrsta liðið síðani KÍ í mars, ið fekk trý stig móti HB. Tá fór munurin millum HB og KÍ niður á tvey stig, men á Summar Festivalinum vikuna eftir vann HB 1-0, og nú bert seks dystir eru eftir at leika, er HB 10 stig á odda.

Heimir Guðjónsson, Jógvan Rói Davidsen og Adrian Rúnasson Justinussen hava longt sín sáttmála í hesari vikuni. Harvið halda venjarin, liðformaðurin og toppskjúttin fram í felagnum, ið ikki hevur nógvar snávingarsteinar eftir í leiðini til føroyameistaraheiti. NSÍ kann tó gerast ein slíkur. Runavíkingar, ið royna at tryggja sær pláss í Evropa,  hava týðiliga góðsku á liðinum, men hava verið ov óstøðugur í ár. HB tykist vera aftur á slóðini, men NSÍ hevur ikki tapt á útivølli í ár. Lagt er upp til ein sera spenanndi dyst í Gundadali í dag.

Á Skála vitjar KÍ, ið kann taka enn eitt fet til tess at endaliga tryggja sær evropeiska luttøku og møguliga nærkast oddaliðnum eitt sindur. Klaksvíkingar hava svingað í úrslitunum seinastu tíðina, og teir spæla ofta tættar dystir á Skála. Skálamenn, ið ikki hava so nógv at spæla fyri, koma frá stórsigri móti 07 Vestur seinast.

EB/Streymur skal royna at koma aftur á sigurskós; tað hevur ikki eydnast felagsliðnum at vunnið síðani mitt í juni. Liðið skal royna at leggja sjógv millum seg og vágamenn og argjamenn, og harvið endaliga sleppa undan niðurflytingarspøkilisinum. Mótstøðuliðið, tvífaldi føroyameistarin, kann bert nýta trý stig í jagstranini eftir evropeiskum plássið. Víkingur hevur ikki fingið trý stig í seinastu trimum royndunum. 

Tað vóru góð tíðindi úr 1.deild í gjár fyri AB og 07 Vestur. B68 tapti og NSÍ vann, og harvið skulu formveiku toftamennirnir heinta fýra stig inn uppá formsterku grannarnar seinastu fimm umfrøini, um B68 skal uppaftur í fremstu deildina. Um hetta ikki eydnast fer bert eitt lið niður, og hetta kemur at standa millum vágamenn og argjamenn. Steypavinnarin er á vitjan í Sørvági, har 07 Vestur skal reisa seg eftir 5-0 ósigurin á Skála seinast, meðan uppflytarin er í Trongisvági, har Sorin Anghel og hansara menn fyrr í ár vunnu sær trý stig.   


Allir dystirnir byrja klokkan 15.00. Til ber at fylgja støðunum á forsíðu okkara, og eftir dystirnar taka vit samanum. Vit hava eisini myndir úr Gundadali.

Støðan undan dagsins dystum:

1. HB (55 stig) 
2. KÍ (45 stig) 
3. NSÍ (42 stig)
4. B36 (37 stig)*
5. Víkingur (36 stig) 
6. Skála (22 stig) 
7. TB/FCS/Royn (21 stig)
8. EB/Streymur (19 stig)
9. 07 Vestur (10 stig)*
10. AB (9 stig)

* Ein dyst færri

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder