Fótbóltur

Pauli Poulsen gevst sum venjari hjá 07 Vestur

07 Vestur sum stríðist fyri lívinum í Betri deildini skal hava nýggjan venjara.

Mynd: Jóanis Albert Nielsen / Jn.fo

Mynd: Jóanis Albert Nielsen / Jn.fo

2018-09-17 18:22 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Pauli Poulsen er givin sum venjari í 07 Vestur. Tað váttar hann fyri heimasíðuni bolt.fo.

- Eg haldi, at liðið kanska hevur brúk fyri einari nýggjari rødd til endaspurtin. Skuldi tað vera, so skuldi tað vera nú, tí tað eru ikki so nógvir dystir eftir, sigur hann við heimasíðuna.

07 Vestur liggur á aftasta plássið í Betri deildini við 10 stigum, tvey stig aftanfyri AB á næstaftasta plássið.

Sunnudagin verður botnbrak móti júst AB á Argjum, har bæði liðini skulu hava stig.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder