Annað

Føroyingarnir fingu mótstøðu í heimsflokki

Fyrsti kappingardagur í EM í borðtennis var í gjár, og teir fýra føroysku leikararnir fingu seg veuliga royndar.

Frá vinstru: Simon Nykjær-Fisher (venjari), Fróði Fríðason Jensen, Hallur Thorsteinsson, Durita Fríðadóttir Jensen og Sólja Hilduberg Djurhuus(Mynd: btsf.fo)

Frá vinstru: Simon Nykjær-Fisher (venjari), Fróði Fríðason Jensen, Hallur Thorsteinsson, Durita Fríðadóttir Jensen og Sólja Hilduberg Djurhuus(Mynd: btsf.fo)

2018-09-19 14:17 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fýra føroyskir borðtennisleikarar eru í hesum døgum í spanska býnum Alicante, har EM er á skránni

Fróði Fríðason Jensen, Hallur Thorsteinsson, Durita Fríðadóttir Jensen og Sólja Hilduberg Djurhuus vóru í eldinum fyri fyrstu ferð í gjár, og ikki óvæntað var mótstøðan krútsterk. Føroysku leikararnir vunnu ikki nakað sett.

Fróði Fríðason Jensen sigur við heimasíðuna hjá Borðtennissamband Føroyar, at  tey fýra fingu øll sín elddóp, men hann helt, at tey vóru heilt nøgd við sítt spæl. Hann legði dent á, at tey skuldu inn at njóta tað og royna so væl sum møguligt at spæla egna spæl og spæla rætt.

Hóast føroysku leikararnir ikki vunnu nakað sett í gjár, so var tað tó ikki langt frá, at tað eydnaðist. Í nøkrum settum komu føroyingarnir upp á bæði átta og níggju bóltar. 

Sí øll úrslitini hjá teimum fýra føroyingunum og les meira her

Í dag er triðja og seinasta umfar í bólkaspælinum í einmansleiki í gongd, og leikararnir skulu eisini spæla tvímansleik.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder