Fótbóltur

B36 vann greitt á EB/Streymi

Góði formurin hjá B36 heldur fram; í dag gjørdist talan um 5-1 sigur í Gundadal.

Meinhard E. Olsen kom á máltalvuna, tá B36 setti EB/Streym uppá pláss(Mynd: Sverri Egholm)

Meinhard E. Olsen kom á máltalvuna, tá B36 setti EB/Streym uppá pláss(Mynd: Sverri Egholm)

2018-09-23 19:12 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað var eingin ivi, tá B36 tók ímóti EB/Streymi í seinasta dystinum í 23. umfarið. Liðið hjá EB/Steymi var skert, og B36 er í góðum formi.

Heimaliðið legði hart út, og eftir stórar tíggju minuttir var longur 3-0. Hugin Samuelsen skoraði tvey av teimum málinum. Um hálva tíman fingu liðini eitt mál í part. Í 2.hálvleiki fekk Meinhard Olsen seinasta orðið.

Liðið hjá Jákup á Borg hevur vunnið allar dystirnar síðani steypafinaluna, og  er nú á einum deildum triðja plássið, og hevur ein dyst færri enn KÍ og NSÍ.  Útsetti dysturin móti 07 Vestur verður mikukvøldið.  

B36 – EB/Streymur 5-1
1-0 Hugin Samuelsen
2-0 Benjamin Heinesen
3-0 Hugin Samuelsen
4-0 Michal Przybylski
4-1 Gestur B. Dam
5-1 Meinhard E. Olsen

TB/FCS/Royn – NSÍ 2-2(2-1) 
0-1 Árni Frederiksberg
1-1 Pape Mamadou Faye (br.)
2-1 Dánjal Godtfred
2-2 Árni Frederiksen

KÍ – HB 1-2(0-0)
0-1 Ari Mohr Olsen
0-2 Jógvan A. Skeel Nolsøe
1-2 Kristoffur Jakobsen

Víkingur – Skála 2-2(0-1)
0-1 Søren B. Nielsen
0-2 Brian Jakobsen
1-2 Filip Djorjevic
2-2 Adeshina Lawal 
 
AB – 07 Vestur 1-2(0-1)
0-1 Ken Fagerberg
0-2 Sonny Jakobsen
1-2 Jobin Drangastein

Støðan eftir 23 umfør:
1. HB (61 stig)
2. KÍ (45 stig)
3. NSÍ (43 stig)
4. B36 (43 stig)*
5. Víkingur (38 stig)
6. Skála (26 stig)
7. TB/FCS/Royn (22 stig)
8. EB/Streymur (20 stig) 
9. 07 Vestur (13 stig)*
10. AB (12 stig)


* Ein dyst færri

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder