placeholder
Annað

Talvolympiadan byrjar í dag

Á middegi verða fyrstu leikirnir fluttir á 43. talvolympiaduni. Telvað verður í Batumi í Georgia.

Savnsmynd

Savnsmynd

2018-09-24 09:58 Author image
Innsent
placeholder

Á middegi verða fyrstu leikirnir fluttir á 43. talvolympiaduni. Telvað verður í Batumi í Georgia. Ikki færri enn 185 lið eru í almennu kappingini. Føroyar eru styrkismettar nummar 76.

Føroyar telva í fyrsta umfari í dag móti Sierra Leone. Afrikanska liðið er styrkismett nummar 169, so her átti ein greiður føroyskur sigur verið væntandi. Føroyski stórmeistarin Helgi Dam Ziska er ikki við í dag. Hinir fýra á føroyska liðnum telva tí dystin móti Sierra Leone - John Rødgaard, Olaf Berg, Martin Poulsen og Carl Eli Samuelsen.

Eingin Carlsen

Kremið av øllum heimsins telvarum er komið til Georgia á stóru talvstevnuna. Tó er heimsmeistarin, Magnus Carlsen, ikki við. Hann sigst fyrireika seg til HM-finaludystin móti amerikanaranum Fabiano Caruana, sum verður í London í november. Caruana er á 1. borði hjá USA í OL. Eftir styrkimetingini at døma fer dysturin at standa millum USA, Russland og Kina. Tey eru styrkimett sum fremstu trý liðini. USA hevur miðalstyrkitalið 2772, Russland 2764 og Kina 2756.

Av norðurlondum er Svøríki styrkimett nummar 32, Norra - uttan Magnus Carlsen - nummar 38, Ísland 44, Danmark 52, Finnland 53 og Føroyar 76.

Til ber at fylgja við leik fyri leik á øllum borðum í Batumi. Leinki til OL-kappingina er her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder