Annað

Móti Bosnia-Herzegovina

Føroyar telva móti Bosnia-Herzegovina í øðrum umfari á talvolympisku leikunum í dag.

Mynd: Visualhunt.com

Mynd: Visualhunt.com

2018-09-25 08:08 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Føroyar telva móti Bosnia-Herzegovina í øðrum umfari á talvolympisku leikunum í Georgia týsdagin. Føroyska liðið vann 3½-½ á Sierra Leone í fyrsta umfari. John Rødgaard, Olaf Berg og Martin Poulsen vunnu, og Carl Eli Samuelsen telvaði javnt.

Bosnia-Herzegovina er styrkismett nummar 56 og Føroyar nummar 76 av teimum 185 liðunum í almennu røðini. Tað var annars nettupp móti Bosnia-Herzegovina, at Føroyar fingu sítt glæsiligasta úrslit á seinastu talvolympiaduni í Aserbadsjan. Tá var úrslitið óvæntað 2½-1½ til Føroyar. Helgi Dam Ziska og Sjúrður Thorsteinsson vunnu og John Rødgaard telvaði javnt ta ferðina.

Bosnia-Herzegovina hevur at kalla somu manning sum fyri tveimum árum síðani. Ivaleyst vilja teir nú løna okkum snópisliga ósigurin aftur. Bosnia-Herzegovina er viknað sum talvtjóð, tí í løtuni eru teir langt frá góðu úrslitunum, ið teir høvdu fyrrapartin í 90-unum, tá borgarakríggj annars herjaði í Balkan-landinum. Í 1994 endaði Bosnia-Herzegovina nummar tvey á talvolympiaduni í Moskva. Oddamenn á liðnum tey árini vóru stórmeistarnir Predrag Nikolic og Ivan Sokolov, sum knýttu sterk bond til Føroyar í 1992, tá ið teir komu higar at vera fyri summarið eftir at borgarakríggið í heimlandinum av álvara var brostið á. Hvørgin teirra er longur partur av bosniska landsliðnum.

Ikki er greitt, hvussu liðini verða mannað, men Føroyar stilla væntandi upp við hesari manning: Helgi Dam Ziska, John Rødgaard, Olaf Berg og Martin Poulsen.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder