Fótbóltur

Her er EM-hópurin hjá U19

Jógvan Martin Olsen hevur úttikið 18 leikarar til EM-undankappingina hjá føroysku U19-dreingjunum.

Føroyska liðið undan einum av dystunum í Póllandi fyrr í september(Mynd: FSF)

Føroyska liðið undan einum av dystunum í Póllandi fyrr í september(Mynd: FSF)

2018-09-26 07:22 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fyrr í hesum mánaðinum var U19 landsliðið hjá dreingjum til Federations Cup í Lettlandi, har talan gjørdist um tap ímóti Lettlandi, Ukraina og Makedónia.

Hetta var liður í fyrireikingunum til EM-undakappingina, ið byrjar um tvær vikur. Føroyska liðið skal til Írlands, har sterk mótstøða bíðar. Í gjárkvøldið varð hópurin kunngjørdur.

Jógvan Martin Olsen hevur tikið somu 18 leikarar út, ið vóru í Lettlandi. Talan er um seks leikarar, ið spæla uttanlanda, og fleiri ið hava fitt av royndum frá bestu og næstbestu deildini í Føroyum.

Føroyski hópurin: 

Bjarti Vitalis Mørk, HB

Stefan Radosavljevic, TB/FCS/Royn

Bárður á Reynatrøð, Víkingur

Sølvi Sigvardsen, NSÍ

Sjúrður Pauli Nielsen, NSÍ

Óli Eyðsteinsson Poulsen, KÍ

Jonn Johannessen, KÍ

Magnus Holm Jacobsen, FCFP (POR)

Dann Fróðason, 07 Vestur

Steffan Løkin, NSÍ

Filip í Liða, AB

Bartal S. Petersen, AB

Andrias Edmundsson, Sunderland (ENG)

Lukas Grenaa Giessing, FC Midtjylland (DEN)

Hanus Sørensen, FC Midtjylland (DEN)

Símun Sólheim, HB

Elias El Moustage, Thisted FC (DEN)

Victor Emil Boje Henriksen, Hvidovre (DEN)

 

Skráin

10. okt. Holland – Føroyar 

13. okt. Írland – Føroyar 

16. okt. Føroyar – Bosnia-Hersigovina 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder