Fótbóltur

U21-hópurin er úttikin

Seinastu uppgávurnar á hesum sinni eru ímóti Danmark og Litava í oktober. 21 leikarar eru úttiknir.

Føroyska U21-liðið, ið byrjaði á vøllinum í 1-1 javnleikinum móti Póllandi (Mynd: FSF.fo)

Føroyska U21-liðið, ið byrjaði á vøllinum í 1-1 javnleikinum móti Póllandi (Mynd: FSF.fo)

2018-09-26 21:05 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Føroyska U21 landsliðið fekk ein frálíkan javnleik í Póllandi tíðliga í mánaðinum, og hevur seks stig á næstniðasta plássið undan teimum seinastu uppgávunum í EM-undankappingini.

Tær verða ímóti ávíkavist Litava og Danmark; tann fyrra á Svangaskarði 12.  oktober og tann seinna í Aalborg 16. oktober.

Eli Hentze og Hegga Samuelsen hava nú tikið 21 leikarar út til dystirnar. Tað eru nógv spennandi nøvn í hópinum; harav fleiri profilar í Betri-deildini, so sum toppskjúttin Adrian Justinussen, ið spælir heimadystin. Jákup L. Thomsen er heitur í Íslandi, og hann er einasti útisetin í hópinum. 

Málverjin hjá 07 Vestur, Silas Eyðsteinsson, er úttikin hesaferð, og Ari Mohr Olsen fær løn fyri góðu gongdina sum áleypari hjá HB.


Hópurin:

Silas Eyðsteinsson, 07 Vestur

Karstin Hansen, Skála

Rói Mørk Hentze, B36

Jóannes Kalsø Danielsen, KÍ

Ari Olsen, Skála

Bjarni Petersen, B36

Bartal Wardum, HB

Ólavur Niclassen, KÍ

Erlendur Magnusson, B36

Betuel Hansen, NSÍ

Janus Svabo Samuelsen, 07 Vestur

Jákup Biskopstø Andreasen, KÍ

Benjamin Heinesen, B36

Dan í Soylu, HB

Adrian Justinussen, HB

Jóannes Bjartalíð, KÍ

Petur Knudsen, NSÍ

Meinhard Egilsson Olsen, B36

Búi Egilsson, TB/FCS/Royn

Jákup L. Thomsen, FH (ICE)

Ari Mohr Olsen, HB

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder