Fótbóltur

Uppflytingarvónin hjá B68 á lívi

Toftamenn vunnu lykladystin í Klaksvík, og ÍF vann við Løkin. Giza Hoyvík tapti á Skála, og er á veg niður í 2. deild.

2018-10-07 21:05 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Triðseinasta umfar í næstbestu deildini varð leikt seinnapartin, og avgerandi dystir vóru í oddinum og í botninum.

Í Klaksvík var B68 á vitjan til lagnudyst. Toftmenn skuldu helst hava trý stig, fyri at hava ein realistiskan møguleika at fáa minst triðja plássið og harvið fylta upp. Og sigast má, at toftamenn komu væl út til dystin. Eftir tíggju minuttir var 2-0 til útiliðið. 1-0 málið var sjálvmál, og í samband við hornaspark, ið KÍ ikki fekk ruddað vekk økti verjuleikarin Niklas F. Joensen. 

Klaksvíkingar fullu tó ikki í fátt, og komu væl inn í dystin aftur. Heimaliðið skapti nakrar góðar møguleikar í 1. hálvleiki, og eitt mál varð kolldømt, tá linjuverjin metti at Hjalgrím Elttør var rangstaddur áðrenn hann skoraði. KÍ royndi at trýsta í 2. hálvleiki, og tíðliga í hálvleikinum bjargaði Petur Meinhard Magnussen brotssparkið frá Henry Heinesen.

Ímóti endanum kom veruliga lív í. Fimm minuttir fyri tíð fekk Jóhan Dávur Højgaard beinleiðis reytt kort, tá veteranurin feldi 16-ára gamla Jonn Johannessen beint uttanfyri brotsteigin. Jonn sendi frísparkið hegnisliga í málið og so var 2-1. B68 við tíggju monnum helt tó fast, og so kundu leikararnir ig nógvu útiáskoðararnir fegnast.

B68 hevur nú bert eitt stig upp ti lbæði KÍ og NSÍ. ÍF, ið hevur vunnið deildini, hjálpti toftamonnum í dag. Jan Ellingsgaard legði útiliðið á odda beinanvegin við Løkin, og maðurin næstur honum á toppskjútalistanum, Steffan Løkin javnaði eftir lítlan hálvan tíma. Tað líktist leingi einum javnleiki, men í yvirtíðini avgjørdi Dánjal á Lakjuni dystin.

Á Skála var lykladystur í botnstríðnum. Giza Hoyvík kundi lyfta seg uppum strikuna við einum sigri, men ístaðin sendi Andreas Egeberg Jacobsen Giza Hoyvík so gott sum niður. Ungi áleyparin hjá Skála legði heimaliðið á odda tjúgu minuttir fyri tíð, Ahmed Keita javnaði, men Andreas skoraði til 2-1 í yvirtíðini. B71 vann samstundis 2-0 í Gundadali, og harvið eru sandoyingar og skálamenn fimm stig frammanfyri Giza Hoyvík, nú tvey umfør eru eftir.

Í Vági vann Víkingur heili 7-0 á niðurflutta TB/FCS/Royn. 18-ára gamli Magnus Heinason skoraði hattrick.

25.umfar:   

NSÍ - ÍF  1-2 (1-1)
KÍ - B68 1-2 (0-2)
Skála - Giza Hoyvík 2-1 (0-0)
HB - B71 2-0 (1-0)
TB/FCS/Royn - Víkingur 0-7 (0-4)

 
1
 
25
19
3
3
85
35
+50
60
2
 
25
15
4
6
76
34
+42
49
3
 
25
15
4
6
59
30
+29
49
4
 
25
15
3
7
57
34
+23
48
5
 
25
11
3
11
41
43
-2
36
6
 
25
8
5
12
44
39
+5
29
7
 
25
8
4
13
40
55
-15
28
8
 
25
9
1
15
43
61
-18
28
9
 
25
6
5
14
32
45
-13
23
10
 
25
1
4
20
16
117
-101
7

 

(Kelda: Faroe Soccer)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder