Fótbóltur

Jákup B. Andreasen: Skulu halda Litava aftanfyri okkum

Føroyska U21 landsliðið vil enda væl í seinasta heimadystinum í hesari undankappingini, sum verður á Tórsvølli í morgin.

Jákup B. Andreasen: Skulu halda Litava aftanfyri okkum

Jákup B. Andreasen(nr.6) sæst aftanfyri Adrian Justinussen, ið hevur bóltin, og er við aftur á U21-landsliðnum. Liðið fer í morgin at royna at skava fleiri stig saman ímóti aftasta liðnum í bólkinum(Mynd: Sverri Egholm)

2018-10-11 07:54 Author image
Agnar Frederiksen

Í fyrsta dystinum í EM-undankappingini tapti U21-liðið hjá Føroyum 3-0 í Litava. Úrslitið var heldur misvísandi, tí talan var um ein javnan dysti, har Litava til 2-0 og 3-0 seinastu løtuna.

Síðani dystin, ið var í juni í fjør, hava Føroyar fingið 8 mál og 6 stig. Litavar hava bert fingið eitt stig síðani men einki mál. Hetta verður tí ein ørvísi uppgáva í mun til seinast, tá føroyingarnar spældu ímóti táverandi oddaliðnum í bólkinum. Hetta vísir miðvallarin Jákup Biskopstø Andreasen eisini á, men undistrikar at tað verður avgjørt ein trupul dystur:

- Vit fyrireika okkum altíð væl, líkamikið hvør mótstøðan er. Vit hava hugt eftir Litava og vita at talan er um eitt gott lið við góðum spælarum, og vit vita at tað verður ein torfør uppgáva. Hetta er ein ørvísi uppgáva enn dysturin ímóti Pólandi, har vit vóru undir trýsti allan dystin. Fríggjadagin koma vit møguliga at vera meira við í dystinum, og tað fyrireika vit okkum til.

20-ára gamli klaksvíkingurin slær fast, at Føroyar ikki vilja lata botnliðið í bólkinum taka trý stig á Tórsvølli og at føroyingarnir vilja seta seg meira á spæli:

- Vit eru frammanfyri Litava a stigatalvuni, og tað ætla vit ikki skal broytast fríggjadagin. Vit taptu á útivølli, og undirmeta als ikk nakran. Men hinvegin hava vit ment okkum nógv síðani tá, og føla at vit hava ein góðan kjans at fáa eitt gott úrslit fríggjadagin. Vit ætla okkum at vera meira við í dystinum enn í Póllandi tó uttan at leypa framav.

Les eisini: Flyta dystin vegna vánaligar veðurforsangir

Føroyska U21-landsliðið hevur tveir dystir eftir í í undankappingini. Eftir dystin í morgin er Danmark næsta og seinasta avbjóðingin. Stríðsfúsi sentrali miðvallarin sigur til endans, at Føroyar skulu stríðast fyri at enda væl á føroyskari jørð:

- Um vit skulu fáa eitt gott úrslit, so er tað fyrst og fremst tað harða arbeiði, ið skal til. Tað hevur stóran týdning fyri okkum at enda hesa undankappingina væl á heimavølli. Vit hava ein góðan hóp og hava havt eina góða undankapping, so vit ætla okkum at fáa eitt gott úrslit til seinasta heimadystin.

Dysturin ímillum U21-liðini hjá Føroyum og Litava byrjar klokkan 17.00 í morgin.