Hondbóltur

Hópurin er tillagaður mótstøðuliðnum

Landsliðsvenjararnir hava ymsar hópar til teir komandi HM-undandystirnar í hondbólti.

Hópurin er tillagaður mótstøðuliðnum

Jeppe Borch og Sonni Larsen, landsliðsvenjarar (Mynd: Sverri Egholm)

2018-10-11 12:17 Author image
Ingi Samuelsen

Landsliðsvenjaratoymið í manshondbólti hevur kannað mótstøðuna gjølla áðrenn 16-mans hópurin til svbjóðandi EM-undankappingardystirnar, sum standa fyri framman.

Og tí valdu teir báðir, Sonni Larsen, høvuðsvenjari, og Jeppe Borch, hjálparvenjari, at býta út tvey pappírsark við leikaranøvnum. Eitt til fyrsta útidystin móti Montenegro 24. oktober og eitt til heimadystin móti Danmark, sum verður spældur í Skjern, tríggjar dagar seinni.

Tað er bara eitt navn, ið er skift út, men kortini eitt tekin um, at liðið er sett við heilt serligum atliti til, hvussu teir rokna við, at mótstøðuliðið fer at spæla.

[object Object]Rókur Akralíð og Rúni Vest Højgaard eru við í landsliðshópinum (Mynd: Sverri Egholm)

Til dystin móti Montonegro eru hesir leikarar úttiknir:

Málverjar: Niklas Simonsen, TMT Tønder, og Nicholas Satchwell, Neistin

Strikuspælarar: Helgi Hoydal, Viking Stavanger, Rókur Akralíð, Kyndil og Rógvi Dahl Christiansen, Kyndil

Vengur: Rói Berg Hansen, FIF, Allan Norðberg, KA, Nicklas Selvig, TMS Ringsted og Sjúrður Olsen, VÍF

Bakspælarar: Peter Krogh, H71, Brandur Halgirsson, H71, Rúni Vest Højgaard, H71, Áki Egilsnes, KA, og Kjartan Johansen, Viking Stavanger

Spælskiparar: Jónas G. Djurhuus, HØJ, og Tróndur Kragesteen, Neistin.

[object Object]Sonni Larsen velur Allan Norðberg móti Montenegro og Hans Eli Sigurbjørnsson móti Danmark (Mynd: Sverri Egholm)

Til dystin móti Danmark verður Allan Norðberg tikin úr hópinum, og verður skiftur út við Hans Eli Sigurbjørnsson úr KÍF.

- Tað eru greiðar orsøkir til hesa avgerð. Vit rokna við, at Montenegro spælir eina 3-2-1-skipan, ið gevur meira pláss úti á síðunum. Tí hava vit ein eyka vongleikara við til tann dystin. Allan er góður til at bjóða av úti á síðunum, og tí rokni eg við, at vit hava tørv á honum móti Montenegro, sigur Sonni Larsen.

- Móti Danmark hinvegin skulu vit rokna við eini flatari og meira massivari verju. Til dystin móti Danmark hava vit tikið Hans Eli Sigurbjørnsson, sum við vinstruhond kann hótta teir tyngstu leikararnar hjá Danmark, Niclas Kirkeløkke og Nikolaj Øris, sigur Sonni Larsen.