Hondbóltur

HSF-forsetin: - Vit valdu Skjern av praktiskum orsøkum

Enn er ikki endalig avgerð tikin um hvar hinir báðir heimadystirnir skulu spælast.

2018-10-11 17:10 Author image
Ingi Samuelsen

Tað kom sum ein smeitur fyri Hondbóltssamband Føroya tá tað gjørdist greitt, at Føroyar ikki sluppu at spæla dystirnir í hesi EM-undankappingini í Føroyum, tí ongin av høllunum lýkur krøvini til altjóða hondbóltsdystir á hægsta støði.

Tí tók hondbóltssambandið rættiliga skjótt avgerð um at spæla dystirnar í Danmark. Tað vil siga, at endalig avgerð um teir báðar seinnu dystirnar er ikki tikin enn.

- Tað kann vera, at onkur annar bjóðar seg fram, ella kemur við einum betri hugskoti enn at spæla teir í Skjern Arena.

Orsøkin til at Skjern varð valt til fyrsta heimadystin móti Danmark var, at hondbóltssambandið frammanundan hevur gott samband við fólkini í Skjern, sum bjóðaðu seg fram til at skipa fyri tiltakinum fyri hondbóltssambandið. Tað fortelur Gunn Ellefsen, forseti í Hondbóltssambandi Føroya, í samrøðuni omanfyri.

Føroyar eiga tríggjar heimadystir í verandi undankapping. Tann fyrsti verður spældur leygardagin 27. oktober í Skjern Arena.

10. ella 11. apríl hava vit aftur heimadyst, tá móti Ukreina, og 12. ella 13. juni skulu vit spæla heima móti Montenegro.

Les eisini: Hópurin er tillagaður mótstøðuliðnum

[object Object]Gunn Ellefsen, forseti hondbóltssambandsins