Fótbóltur

Hesir byrja ímóti Aserbadjan

Finnur Justinussen verður fremsti maður frá byrjan.

Hesir byrja ímóti Aserbadjan
2018-10-11 14:54 Author image
Sverri Egholm

Lars Olsen hevur havt sín seinasta fund við spælarunum, áðrenn dystin móti Aserbadjan, og nú er greitt, hvørjir teir fyrstu ellivu verða, ið venjarin sendir á vøllin frá byrjan.

Klokkan 19:45 í kvøld byrjar UEFA Nations League dysturin millum Føroyar og Aserbadjan á Tórsvølli. Føroyski hópurin kom saman mánadagin, og síðani hava fýra venjingar verið á skránni undan dystinum móti Aserbadjan.

Sostatt er føroyska liðið væl fyrireikað til stóru uppgávuna á Tórsvølli, og nú er greitt, hvørjir teir fyrstu ellivu verða, ið landsliðsvenjarin, Lars Olsen sendir á vøllin frá byrjan.

Gunnar Nielsen verður í mál, og í verjuni verða Gilli Rólantsson Sørensen, Atli Gregersen, Odmar Færø og Viljormur Davidsen. Á miðvøllinum verða Jóan Símun Edmundsson, Rene Shaki Joensen, Hallur Hansson, Kaj Leo í Bartalsstovu og Brandur Hendriksson Olsen. Fremsti maður á føroyska liðnum frá byrjan verður Finnur Justinussen.

Eykaleikarar: Teitur Matras Gestsson, Kristian Joensen, Alex Mellemgaard, Heini Vatnsdal, Gunnar Vatnhamar, Magnus Egilsson, Eli Falkvard Nielsen, Pól Jóhannus Justinussen, Rógvi Baldvinsson og Klæmint Andrasson Olsen.

Sonni Ragnar Nattestad hevur leikbann til dystin móti Aserbadjan, meðan Jógvan Rói Davidsen er skaddur, og verður heldur ikki við í dystinum móti Kosovo komandi sunnudag.

Atgongumerkjasølan til dystin móti Aserbadjan hevur annars gingið væl, og á middegi vóru umleið 200 atgongumerki eftir.