Fótbóltur

Hópurin komin á Tórsvøll

Føroyar og Aserbadjan spæla klokkan 19:45.

Hópurin komin á Tórsvøll

Mynd: Sverri Egholm

2018-10-11 18:23 Author image
Sverri Egholm

Føroyski landsliðshópurin kom fyri lítlari løtu síðani til B36-húsið, og ger seg nú kláran til spennandi dystin móti Aserbadjan, sum byrjar klokkan 19:45.

Veðrið í kvøld minnur eitt sindur um dystin móti Malta, tí aftur í kvøld er greytatjúkt í mjørka.

Gunnar Nielsen verður í mál, og í verjuni verða Gilli Rólantsson Sørensen, Atli Gregersen, Odmar Færø og Viljormur Davidsen. Á miðvøllinum verða Jóan Símun Edmundsson, Rene Shaki Joensen, Hallur Hansson, Kaj Leo í Bartalsstovu og Brandur Hendriksson Olsen. Fremsti maður á føroyska liðnum frá byrjan verður Finnur Justinussen.

Eykaleikarar: Teitur Matras Gestsson, Kristian Joensen, Alex Mellemgaard, Heini Vatnsdal, Gunnar Vatnhamar, Magnus Egilsson, Eli Falkvard Nielsen, Pól Jóhannus Justinussen, Rógvi Baldvinsson og Klæmint Andrasson Olsen.