Annað

Ynski er at langhylurin skal verða karmur um altjóða kappingar

Tórshavnar kommuna var á fundi við formannin í FINA.

Frá vinstru: Sigurð Ó. Vang, mentamálaleiðari í Tórshavnar kommunu, Annika Olsen, borgarstjóri, Joaquin Pujol, formaður í FINA Facilities Committee, og Rókur í Jákupsstovu, forseti í Svimjisambandi Føroya

Frá vinstru: Sigurð Ó. Vang, mentamálaleiðari í Tórshavnar kommunu, Annika Olsen, borgarstjóri, Joaquin Pujol, formaður í FINA Facilities Committee, og Rókur í Jákupsstovu, forseti í Svimjisambandi Føroya

2018-10-12 12:09 Author image
Ari av Rana
placeholder

Mikudagin var Joaquin Pujol, formaður í FINA Facilities Committee (nevnd í altjóða svimjisambandinum FINA) á fundi við Tórshavnar kommunu. Á skránni var viðgerð saman við bygginevnd og teknisku fyrisiting um staklutir í uppskotinum, og um atlit í mun til FINA reglur í sambandi við altjóða kappingar. 

Ynskið er, at langhylurin og Svimjihøllin í Gundadali skal kunna vera karmur um eina røð av kappingum í føroyskum, norðurlendskum og altjóða høpi, umframt vera ein góð íløga í betri karmar fyri rørslu, ítrótt og svimjiundirvísing í áratíggju fram í tíðina. 

Eisini var fundur við borgarstjóran Anniku Olsen og Gunvør Balle, forkvinnu í mentamálanevndini, har tikið var samanum málið, skrivar Tórshavnar kommuna. Samskiftið við FINA kemur at halda fram, og ætlandi verður farið undir projektering av verkætlanini í næstum. 

Verkætlanin skal verða liðugt projekterað í 2019.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder