Fótbóltur

Russiskar fótbóltsstjørnur varðhaldsfongslaðar eftir harðskap

Aleksandr Kokorin og Pavel Mamaev lupu á tveir persónar.

Aleksandr Kokorin (Mynd: Vasily Maximov / Ritzau Scanpix)

Aleksandr Kokorin (Mynd: Vasily Maximov / Ritzau Scanpix)

2018-10-12 14:10 Author image
Ari av Rana

Russisku fótbóltsstjørnurnar Aleksandr Kokorin og Pavel Mamaev eru varðhaldsfongslaðir fram til 8. desember, eftir at teir lupu á tveir persónar.

Leikararnir eru ákærdir fyri harðskap og hooliganismu móti einum statsmanni og hansara bilførara. Álopið kann geva upp móti fimm ára fongsulsrevsing.

Hendingin fór fram á eini kafé í Moskva, har leikararnir brúktu stólar og nevar í samband við álopið. Teir lupu fyrst á ein russiska statsmann sum sat á kaféini, og síðani fóru teir út á vegin, har bilførarin eisini varð álopin, skrivar TV2.

Kokorin og Mamaev hava biðið um umbering fyri hendinga. Leikararnir verða møguliga útihýstir frá russiskum fótbólti. Bæði Zenit St. Pætursborg, har Kokorin spælir, og Krasnodar, har Mamaev spælir, arbeiða í løtuni við at loysa leikararnar frá sáttmálanum. Forsetin fyri fremstu russisku deildina hevur sagt, at teir fáa lívslangt leikbann verða teir dømdir sekir.