Fótbóltur

Odmar Færø var dagsins leikari

Triðingurin av atkvøðunum hjá Sona vóru fyri miðverjuleikaranum úr B36.

Odmar Færø til vinstru (Mynd: Sverri Egholm)

Odmar Færø til vinstru (Mynd: Sverri Egholm)

2018-10-12 14:38 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Miðverjuleikarin Odmar Færø, sum kom inn fyri leikbannaða Sonna Ragnar Nattestad í dystinum í gjár, var dagsins besti føroyingur.

Tað halda í hvussu so er brúkarar á tænastuni Sona, sum høvdu møguleika at atkvøða fyri dagsins leikara í dystinum í gjárkvøldið. Sona er ein app hjá Føroya Tele, og frá hálvleikinum og fram til dystarlok var møguleiki at atkvøða fyri hvør var besti maður á føroyska liðnum.

Gott og væl 700 brúkarar nýttu høvi at atkvøða, og stór semja var um, at Odmar Færø kláraði seg best, tí heili 33,3 prosent av atkvøðunum vóru til stóra miðverjan.

Odmar Færø stóð rættiliga væl í dystinum módi Aserbadjan, sum Føroyar taptu 0-3. Odmar átti eisini ein av størstu málmøguleikunum hjá Føroyum tíðliga í dystinum.

Úrslitið av atkvøðugreiðsluni var:

Odmar Færø 33,3 prosent
Gilli Rólantsson 17,4
Hallur Hansson 7,2
Jóan Símun Edmundsson 7,2
Brandur Hendriksson 6,8
Finnur Justinussen 6,8
Rene Shaki Joensen 6,8
Atli Gregersen 4,9
Viljormur Davidsen 4,4
Gunnar Nielsen 3,3
Kaj Leo í Bartalsstovu 1,1  

Tað er ikki bara áskoðararnir, ið halda at Odmar Færø var besti føroyingur í dystinum. Hagfrøðiligu fótbóltsgreinararnir hjá InStat koma til somu niðurstøðu í hagtølunum frá dystinum.

Bolt.fo skrivar, at Odmar Færø vann bóltin 18 ferðir frá mótstøðuliðinum, og var nógv tann besti í hesum bólki. Næstbestu føroyingarnir høvdu 9 og besti aserbadjanin 13.

Les eisini: Effektiviteturin hjá Aserbadjan sigraði á Tórsvølli

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder