Fótbóltur

Hallur Hansson: Tað er her og nú vit skulu avrika

Miðvallarin heldur, at úrslitið í gjár ikki sigur alla søguna, men at føroyska liðið skal avgjørt avrika betri.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2018-10-12 13:04 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Føroyska A-landsliðið hjá monnum vandi fyrrapartin á Tórsvølli.

Teir tíggju útileikararnir ið byrjaðu inni í gjár vandi fyri seg sjálvan við fysiska venjaranum, har restutión og útstrekkjing var á skránni, áðrenn leiðin gekk niðan í Svimjihøllina.

Hinir útileikararnir vandu við meira ferð og intensiteti saman við hjálparvenjaranum,

Vit fingu orðið á ein av føstu monnunum eftir venjing. Hoyr samrøðuna við ein vónbrotnan og erligan Hall Hansson omanfyri.

Sí eisini: Gilli Rólantsson Sørensen: Nú skulu okur leggja Aserbadjan-kampin afturum okkum

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder