Fótbóltur

Sterkt og spennandi U21-lið ímóti Litava

Nú er greitt, hvørjir teir fyrstu ellivu á Tórsvølli verða. Toppskjúttin í Betri-deildini er ímillum teir, ið byrja.

2018-10-12 15:41 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Føroyska U21-landsliðið spælir í dag seinasta heimadystin í EM-undankappingini. Dysturin er ímóti Litava, ið er niðast í bólkinum við fýra stigum. Føroyingar eru tvey stig frammanfyri. Dysturin skuldi upprunaliga verða leiktur á Svangaskarði, men orsakað av vánaligu veðurforsagnum varð mett, at dysturin skuldi flytast til Tórsvøll.

Tað kann roknast við einum jøvnum dysti í kvøld. Føroyska liðið hevur ment seg ígjøgnum kappingina og hevur heimavøllin. Litava vann 3-0, tá liðini hittust seinasta summar. Hetta var fyrsti dysturin í hesari undankappingini. Veddingarfyritøkurnar hava útiliðið sum lítlan favoritt í kvøld.

Les eisini: Skulu halda Litava aftanfyri okkum

Tað er nú greitt, hvørjir leikarar byrja inni fyri Føroyar. Venjararnir Eli Hentze og Hegga Samuelsen hava valt hetta liðið til uppgávuna:

(4-3-3): Karstin Hansen, Ari Olsen, Bjarni Petersen, Bartal Wardum, Jóannes K. Danielsen - Betuel Hansen, Jákup B. Andreasen, Jóannes Bjartalíð - Adrian R. Justinussen, Jákup L. Thomsen, Meinhard E. Olsen 

Høvuðsvenjarin, Eli Hentze, var útvístur í Póllandi, tá Føroyar fekk ein frálíkan javnleik har fyri mánaði síðani. Hann hevur tí leikbann í dag.

Fyrsta bríksl á Tórsvølli er klokkan 17.00. Vit á Portalinum vera til staðar, og hava samandrátt, myndir frá dystinum og fáa viðmerkingar eftir dystin

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder