Fótbóltur

Lars Olsen: Umhugsa at broyta leikskipan

Lars Olsen sigur, at føroyska liðið fer helst at spæla við trimum í miðverjuni, og at Kosovo er eitt sterkari lið enn Aserbadjan.

Lars Olsen til tíðindafundin í B36-húsinum (Mynd: Sverri Egholm)

Lars Olsen til tíðindafundin í B36-húsinum (Mynd: Sverri Egholm)

2018-10-13 16:32 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tíðindafundur var fyri løtu síðani í B36-húsinum fram ímóti dystinum hjá Føroyum ímóti Kosovo. Dysturin í fjórða umfari í Nations League verður leiktur á Tórsvølli í morgin.

Føroyski landsliðvenjari, Lars Olsen, legði út við at siga at tað var ein løgin kensla viðvíkjandi dystinum hóskvøldið, tá Aserbadjan vann 3-0 á Føroyum. Lars vísti á, at føroyska liðið skapti fleiri møguleikar, men mótstøðuliðið vísti effektivitet og skoraði trý mál.       

58-ára gamli danin segði, at Kosovo er eitt betri lið enn Aserbadjan, og at teir vístu stóra styrki í dystinum niðri í Kosovo fyri mánaði síðani. Hann hevði hugt eftir dystinum hjá Kosovo hósdagin, tá oddaliðið í bólkinum vann 3-1 á heimavølli ímóti Malta. Sambært Lars Olsen var einki nýtt at síggja hjá Kosovo.

Lars var vísur í, at hansara lið fór at vera betri á føroyskari jørð í mun til dystin í Kosovo, og at føroyska liðið fór eftir teimum trimum stigunum í morgin.

Vit spurdu um Lars Olsen hevði í hyggju at skifta eitt sindur út á liðinum, og um leikskipanin møguliga fór at broytast. Lars viðurkendi, at hann hevði umhugsað at skifta til tríggar í miðverjuni. Hetta royndi føroyska liðið millum annað seinasta heyst, og tað riggaði rímiliga væl. Nú er Sonni Ragnar Nattestad tøkur aftur eftir leikbann, og hann kemur harvið allarhelst inn og spælir saman við Atla Gregersen og Odmar Færø, um skiftið verður veruleiki. Annars segði Lars, at tað verða helst ein ella tvær broytingar hvat leikarum viðvíkur, men at hann ikki fer at skifta fyri at skifta. Hann og hjálparvenjarin, Jóannes Jakobsen, eru í dialog um liðið og teir velja teir ellivu at byrja, ið hann metur geva Føroyum best møguleika at vinna dystin.

Liðformaðurin Atli Gregersen var eisini við á tíðindafundinum, og 34-ára gamli verjuleikarin segi at dysturin ímóti Aserbadjan nú varð lagdur afturum, og at fokus var á at spæla ein góðan dyst á Tórsvølli, har tað altíð var stuttligt at spæla. Atli legði annars dent á, at í slíkum dystum var umráðandi at skora fyrsta málið.

Videosamrøða við Atla Gregersen verður at síggja um eina løtu.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder