Hondbóltur

Kvinnurnar og menninir hjá VÍF á vitjan á Hálsi í dag

Ein dystur í SMS-deildini og ein í Okkara-deildini verða leiktir í Havn í dag; hjá monnum er talan um oddadyst.

Filip Jojic og VÍF vitja Neistan í kvøld(Mynd: Jens Kr. Vang/Savnsmynd)

Filip Jojic og VÍF vitja Neistan í kvøld(Mynd: Jens Kr. Vang/Savnsmynd)

2018-10-20 11:30 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Neistin fær í dag vitjan av vestmenningum. Kvinnudysturin byrjar klokkan 16.00, og oddadysturin í Okkara-deildini verður bríkslaður í gongd klokkan 18.00.

Talan er um fyrsta dystin í 5. umfarið hjá kvinnum, og mansliðini hjá Neistanum og VÍF spæla sín dyst nummar fimm. 

Vestmannakvinnur og neistakvinnur skulu stríðast fyri at nærkast H71, ið er oddalið við fullum stigatalið. Bæði liðini hava tapt móti H71 í ár.

VÍF er ósigrað í Okkara-deildini, meðan Neistin tapti sín fyrsta dyst seinasta vikuskifti; talan var um tepurt tap í grannauppgerðini móti Kyndli.

Støðan í SMS-deildini:
H71 8
VÍF 4 *
Neistin 4
Stjørnan 3 *
Kyndil 2
StÍF 1

*Leikt ein dyst færri

Støðan í Okkara-deildini:
VÍF 7
Neistin 6
Kyndil 6 *
H71 4
KÍF 3 *
StÍF 2
Team Klaksvík 2

*Leikt ein dyst fleiri

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder