Fótbóltur

Chelsea javnaði í allarseinastu løtu

United var á veg at fáa trý frálík stig á Stamford Bridge, men liðini deildu at enda stigini í dramtiskum dysti.

Ross Barkley tryggjaði Chelsea eitt stig ímóti United í dag

Ross Barkley tryggjaði Chelsea eitt stig ímóti United í dag

2018-10-20 14:40 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Lagt var upp til eina spennandi uppgerð í dagsins fyrsta Premier League-dysti, tá Manchester United og Chelsea hittust í London. Og talan gjørdist eisini um ein spennandi dyst.

Chelsea var ósigrað undan uppgerðini og var eisini greitt omaná í 1. hálvleiki ímóti einum United-liðið, ið hevur havt trupulleikar í ár. Antonio Rudiger legði heimaliðið á odda eftir 20 minuttir, tá hann stútaði bóltin í málið.

United kom sera væl út til 2.hálvleik, og tíggju minuttir inn í hálvleikin smekkaði Anthony Martial bóltin í málið eftir eitt trýst frá útiliðnum. Og fraklendingurin legði útiliðið á odda í 73.minutti. Mourinho var harvið á veg ímóti einum sera søtum og umráðandi sigri og fyrsta sigrinum hjá United á Stamford Bridge í seks ár. Men í yvirtíðini trýsti Chelsea, og í 96.minutti javnaði innskifti Ross Barkley, eftir at bólturin datt til hann í málteiginum.

Eftir málið var nakað av rokið á síðulinjuni, tí ein frá venjaratoyminum hjá Chelsea leyp yvir og jublaði beint frammafyri José Mourinho, og so spann øði í portugisiska venjaran og hinar á bonkinum.

Eftir hetta og eftir seinasta bríksl sungu Chelsea-áskoðarnir og buh`aðu ímóti sínum fyrrverandi venjara. Eftir at hava verið og takkað United-áskoðarunum vísti Mourinho tríggar fingrar ímóti heimaáskoðarunum og peikaði á vøllin, fyri at vísa á at hann vann Premier League tríggar ferðir sum venjari fyri Chelsea.

Ein undirhaldandi fótbóltsdystur, har lív kom í United í 2.hálvleiki. Chelsea er fyribils oddalið við 21 stigum, og hevur framvegis ikki tapt í ár. United er á 8.plássið við 14 stigum.

Nú klokkan 15.00 byrja seks dystir:
Bournemouth - Southampton
Cardiff - Fulham
Manchester City - Burnley
Newcastle - Brighton
West Ham - Tottenham
Wolves - Watford

17.30: Huddersfield - Liverpool


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder