placeholder
Fótbóltur

U17: Føroyar taptu stórt móti Ísrael

Ísrael skoraði 6 mál seinastu 21 minuttirnar av dystinum í EM-undankappingini í Makedonia.

2018-10-20 19:48 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Føroyska U17-landsliðið hjá dreingjum fingu eina heldur keðiliga byrjan í innleiðandi EM-undankappingini í Makedonia. Tað skrivar Fótbóltssambandið á heimasíðu sína.

Fyrsti dysturin hjá teimum var móti Ísrael, og megnaði Ísrael at vinna við heili 6 málum.

Øll málini í dystinum komu í teimum seinastu 21 minuttunum.

Leingi sá tað út til, at liðini fóru at fáa eitt stig í part, men eftir 69 minuttum skoraði Ísrael fyrsta málið, og hini komu stutt aftaná.

Endaliga úrslitið gjørdist 6-0 til Ísrael.

Hini liðini í bólkinum eru Makedonia og Spania.

Næstu umfar í kappingini verður týsdagin, tá Føroyar skal hitta Spania, sum vann 1-0 á Makedonia.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder