Fótbóltur

Giza Hoyvík er flutt niður

Eftir trý ár í næstbestu deildini fer Giza Hoyvík niður aftur. NSÍ og KÍ løgdu trýst á B68, ið ikki spældi í dag.

Tað takk ikki hjá Giza Hoyvík í royndini at halda sær í 1. deild(Mynd: Sverri Egholm/Savnsmynd)

Tað takk ikki hjá Giza Hoyvík í royndini at halda sær í 1. deild(Mynd: Sverri Egholm/Savnsmynd)

2018-10-20 21:25 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Næstseinasta umfar í 1.deild varð leikt í dag. Tað var framvegis spenningur í, um B68 kundi røkka uppfytingarplássið, og tað er framvegis møguleiki fyri tíð. Botnstríðið varð endaliga avgjørt. 

Á Toftum var so nógvur vindur, at avgjørt varð, at tað ikki var spælandi. Harvið skulu B68 og B71 spæla ein av komandi døgunum; áðrenn seinasta umfar sum verður leikt um eina viku.

B68 er undir trýstið at vinna hendan dystin, tí NSÍ og KÍ greiddu sum væntað sína skyldu á heimavølli í dag. NSÍ vann greitt á HB, og KÍ vann stórsigur á TB/FCS/Royn. Hetta var fyrsti sigurin hjá KÍ í tveir mánaðir. Toftamenn eru fýra stig aftanfyri grannarnar og klaksvíkingar, og hava greitt verri málmun.

Tað er endaliga greitt, at at sandoyingar og Skála varðveita sætiðí deildini. B71 noyddist ikki at spæla, og hóast Skála fekk eitt stig á heimavølli móti Víkingi, har øll fýra málini komu í 2. hálvleiki, so vóru tað fuglfirðingar, ið endaliga sendi Giza Hoyvík niður.

Giza Hoyvík skuldi vinna á útivølli móti vinnaraunum av deildini, men ÍF avgjørdi dystin tíðliga í 2. hálvleiki, tá 16-ára gamli Tóri N. Olsen skoraði til 3-0. Harvið noyðist Giza tungu leiðina niður, meðan uppflytaraliðini verða verandi í 1.deild.

Í teimum fýra dystunum vórðu heili 27 mál skoraði; næstan sjey mál í miðal.

1.deild menn - 26.umfar: 

ÍF - Giza Hoyvík 3-2 (2-0)  
NSÍ - HB 6-2 (5-2)
KÍ - TB/FCS/Royn 8-2 (4-0)
Skála - Víkingur 2-2 (0-0)
B68 - B71 (Útsettur vegna veður) 

 
1
 
26
20
3
3
88
37
+51
63
2
 
26
16
4
6
82
36
+46
52
3
 
26
16
4
6
67
32
+35
52
4
 
25
15
3
7
57
34
+23
48
5
 
26
11
4
11
43
45
-2
37
6
 
26
8
5
13
46
45
+1
29
7
 
26
8
5
13
42
57
-15
29
8
 
25
9
1
15
43
61
-18
28
9
 
26
6
5
15
34
48
-14
23
10
 
26
1
4
21
18
125
-107
7

(Kelda: FaroeSoccer)

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder