Hondbóltur

Føroyingar fingu javnleik í seinasta sekundi

Dysturin í Montenegro endaði 24-24. Ein meistarabjarging og skjótálop tryggjaði javnleikin.

(Mynd: Hsf.fo)

(Mynd: Hsf.fo)

2018-10-24 18:10 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Í tríggjar fjórðingar av dystinum eydnaðist tað føroyska manslandsliðnum í hondbólti at vera á odda í spennandi EM-undankappingardystinum í Podgorica móti Montenegro. Í øðrum hálvleiki mistu vit takið, men kortini eydnaðist tað at stríða okkum til javnleik 24-24 eftir eftir føroyska leiðslu á 15-10 í hálvleikinum.

Allan fyrra hálvleik lógu føroyingarnir omaná – eitt skifti við seks málum – men í øðrum hálvleiki eydnaðist tað Montenegro við sterkum verjuspæli at taka flogið av tí flúgvandi spælinum, sum føroyingarnir høvdu víst í fyrra hálvleiki. Føroyingarnir fingu ikki sínar skotroyndir í netið, og stillisliga tóku montenegrinar leiðsluna aftur, eitt nú við góðum langskotum, men teir fingu eisini kvikálopini at virka – teir fingu annars einki mál upp á kvikálop í fyrra hálvleiki.

Miðskeiðis í øðrum hálvleiki rendu føroyingarnir seg eisini inn í ein málturk, meðan montenegrinar øktu um sína leiðslu til 21-18.

Føroyingarnir skiftu málmann. Ungi Niklas Simonsen kom inn fyri Nicholas Satchwell, ið annars hevði staðið ein góðan dyst. Niklas tók okkurt skotið, og so kom vend í. Føroyingarnir komu fyri seg aftur, og megnaðu at javna til 21-21.

Men aftur skrúvaðu montenegrinararnir upp fyri sjuntinum, og kundu leggja seg framumaftur, so støðan var 24-21, tá tríggir minuttir vóru eftir av dystinum.

Men føroyingar megnaðu at skora tvær ferðir, so munurin var bert eitt mál, tá 50 sekund vóru eftir, og Montenegro tók leikbrá – time-out.

Síðsti minuttur gjørdist ógvuliga spennandi. Montenegrinar drýggjaðu tíðina, og spældu ein mann í púra fría støðu, tá 10 sekund vóru eftir. Men Niklas Simonsen átti enn eina meistarabjarging eftir í dystinum, føroyingar fóru í skjótálop, og Rói Berg Hansen setti bóltin í netið í seinasta sekundi til úrslitið 24-24.

Eitt einanstandandi gott úrslit fyri føroyska liðið, sum nú skal spæla móti Danmark í Skjern leygardagin.

Føroysku málskorararnir:
Rói Berg Hansen 6
Jónas G. Djurhuus 4(2)
Rúni V. Højgaard 3
Allan Norðberg 3
Niclas Selvig 3(2)
Helgi Hoydal 2
Hans Eli Sigurbjørnsson 2
Kjartan Johansen 1

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder