Fótbóltur

Føroyar nummar 95 í heiminum

Hatta eru trý pláss longri niðri enn seinast.

Føroyar fingu stig móti Kosovo seinast(Mynd: Jens Kr. Vang)

Føroyar fingu stig móti Kosovo seinast(Mynd: Jens Kr. Vang)

2018-10-25 17:00 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Styrkislistin hjá FIFA er í dag kunngjørdur. Hann verður dagførdur hvønn mánað eftir seinastu úrslitunum hjá limalondunum, og hvørjum dystirnir eru leiktir ímóti.

Síðani seinast, tá Føroyar vóru nummar 92, hevur føroyska liðið tapt 3-0 fyri Aserbadjan og spælt 1-1 javnleik móti Kosovo. Báðir dystirnir vóru á heimavølli í Nations League.

Javnleikurin fyri Kosovo telur ikki nógv, og Føroyar eru dotnnar niður á 95.pláss. Tað kann nevnast, at tað eru 12 pláss frammafyri Aserbadjan. 

Belgia er fremst á styrkislistanum, meðan fronsku heimsmeistarnir eru beint aftanfyri. Onglan er komið uppá 5. pláss, meðan danir eru nummar 10. Merkisvert er eisini, at Týsklandi er niðri á 14. plássi; óvanliga lágt fyri stóru fótbóltstjóðina. 

Føroyar spæla tveir dystir í Nations League í november; 17. í Aserbadjan og 20. á Malta.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder