Annað

Føroysku U19 flogbóltsdreingirnir spæla móti Norra

Dreingirnir skulu reisa seg eftir tapi móti Svøríki í morgun.

2018-10-26 13:25 Author image
Ari av Rana
placeholder

Føroysku U19 flogbóltsdreingirnir spæla dyst móti Norra nú klokkan 13:30.

Flogbóltslandsliðið er í Kettering í Onglandi, har altjóða norðurlendska NEVZA kappingin í flogbóltin verður hildin í hesum døgum.

Dreingirnir spældu mótin Svøríki í morgun, men sviar vístu seg at verða alt ov sterkir. Føroyar taptu 3-0.

Nú hava føroysku dreingirnir so møguleika at reisa seg aftur.

Dysturin sæst her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder