Fótbóltur

City vitjar á Wembley í kvøld

Um Tottenham av álvara skal blanda seg uppí oddastríðið, skulu stig á kontoina í kvøld.

Spurs og City dystast í kvøld(Mynd: EPA)

Spurs og City dystast í kvøld(Mynd: EPA)

2018-10-29 15:16 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tann seinasti dysturin í 9. umfarið er tann mest spenanndi dysturin. Tottenham tekur móti meistarunum úr Manchester City, og talan er um ein týðandi dyst í tætta oddastríðnum.

Liverpool og Chelsea fingu fult í vikuskiftinum, meðan Arsenal bert fekk javnleik móti Crystal Palace. Nú skulu tey seinastu liðini í topp-fimm í eldin. 

City vann greitt í báðum dystunum móti Spurs í fjør. Liðið hjá Mauricio Pochettino er í løtuni á veg út úr Champions League, og tí hevur dysturin í kvøld eyka týdning. Macnehster City er ósigrað í Premier League í ár, og hevur bert latið 3 mál inn. Liðið hjá Pep Guardiola er eisini mest skorandi liðið í deildini við 26 málum. 

Grasteppið á tjóðarleikvøllinum er í ringum standi eftir NFL-dystin millum Jacksonville Jaguars og Philadelphia Eagles har í gjár. Liðini eru ónøgd við, at umstøðurnar ikki eru tær bestu, nú tað verður roynt av øllum alvi at fáa vøllin so góðan sum gjørligt til brakið í kvøld.

Tottenham er framvegis uttan verjuleikaran Jan Verthongen. Dele Alli er ivasamur til dystin.

Fyrsta bríksl í London er klokkan 20.00. Dysturin kann síggjast á 6'aranum.

Støðan í oddinum: 
Liverpool 26 (10 dystir)
Chelsea 24 (10 dystir)
Manchester City 23 (9 dystir)
Arsenal 22 (10 dystir)
Tottenham 21 (9 dystir) 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder