Fótbóltur

17 lið og 125 næmingar í 4. flokki til Skúlafótbólti í Marghøllini

Fleiri enn 300 næmingar í 6. flokki vóru við í Skúlafotbólti.

Mynd: Suðuroyarportalurin

Mynd: Suðuroyarportalurin

2018-10-30 07:47 Author image
Ari av Rana
placeholder

Fleiri enn 300 næmingar í 6. flokki vóru við í Skúlafotbólti, sum fór av bakkastokki í hósdagin í farnu viku. Skúlafótbóltur er nýggj fótbóltskapping, sum verður hildin í Marghølllini í Vági.

Komandi hósdag, 31. okt., er 2. umfar á skránni, tá 4. flokkar úr skúlunum kring landið leggja leiðina til Vágs, skrivar Suðuroyarportalurin.

Tilsamans 17 lið og 125 næmingar í 4. flokki fara hósdagin at kappast í Skúlafótbólti.

- Fyrsta umfarið var heilt fantastiskt og vit gleða okkum til at taka ímóti 4. flokkunum, sum koma suður ónsdagin, sigur Jón Pauli Olsen, sum er ein av fyriskiparunum av Skúlafótbólti.

Eins og í fyrsta umfari, so verður hóssdagin spælt í bæði gentubólki, dreingjabólki og í blandaðum bólki. Hendan dagin skal gerast greitt hvørji lið hava spælt seg til finaluumfarið sum verður í mai 2019.

Umframt at spæla fótbólt, so fara næmingarnar eisini at svimja í Páls Høll og fáa eisini møguleikan at royna klatriveggin í Marghøllini.

placeholder
placeholder