2 Handilslærlingar til Valdemar Lützen Byggibúð

2 Handilslærlingar til Valdemar Lützen Byggibúð

Vegna stóra framgongd leita vit eftir 2 røskum og ágrýtnum sølulærlingum til handil okkara.

Um læruplássið
Tú kemur at starvast í handli okkara á Skálatrøð í Tórshavn og verður partur av einari fyritøku, ið setur tænastu og vitan fremst. Tú fær góða upplæring innan øll økir í handilsvirkinum og kemur eisini at taka læruskeið á skúla í Danmark. Í lærutíðini kemur tú at læra alt um amboð, byggitilfar, kundarøkt og goymslu.

Tín vangamynd
Kundin er miðpunktið í virksemi okkara og vit ynskja at tú:
• Er blíð/ur av lyndi og dámar at samskifta við fólk
• Er virkin, røkin og møtir rættstundis
• Dámar ein fjøllbroyttan gerandisdag og nýggjar avbjóðingar

Setanarviðurskifti
Ynskiligt er at tú hevur viðkomandi miðnámsútbúgving.

Lærutíðin er 3 ár um tú hevur FHS og 2 ár um tú hevur Hægri handilsskúla.

Vit bjóða eina góða løn í lærutíðini og tú fær møguleika fyri einum gevandi starvi hjá okkum eftir lokna lærutíð.

Freist at søkja
Freistin at søkja er 11. Juni. Starvsbyrjan kann ásetast eftir nærri avtalu, so tað hóskar við eitt nú skúlagongd.

Umsóknir skulu sendast við telduposti saman við CV og møguligum prógvum og viðmælum til vlb@vlb.fo

Hevur tú spurningar um starvsplássið og lærutíðina er tú vælkomin at seta teg í samband við Jón McGavin, handilsleiðara, á tlf. 231016 ella við teldupost á vlb@vlb.fo