Ohoy, set kós á sjóvinnuleið - skrivstovustarv hálva tíð

Ohoy, set kós á sjóvinnuleið - skrivstovustarv hálva tíð

Skrivstovufólk til Sjónám

Eitt hálvtíðarstarv sum skrivstovufólk í fyrisitingini á skúlanum er leyst at søkja.

Tú kemur saman við deildarleiðara og skrivstovufólki at at arbeiða í miðdeplinum á skúlanum og vera sambindingarlið millum starvsfólk, næmingar og viðskiftafólk.

Á skúlanum er skiparaútbúgving, skipsatstøðarútbúgving og martimt skeiðsvirksemi.

Nakrar av arbeiðsuppgávunum eru:

- Røkja inn- og útgangandi samskifti umvegis telefon og KT-skipanir

- Vanliga málsviðgerð

- Fakturering og bóking

- Fyrireiking og umsiting av próvtøkum

- Aðrar fyrifallandi skrivstovuuppgávur

Vit vænta:

- At tú hevur skrivstovuútbúgving ella royndir innan almenna fyrisiting

- Hevur góðan kunnleika til KT

- Ert eldhugað, opin og jalig

- Hevur góð evni at samskifta munliga og skrivliga

- Hevur hugburð og góð evni til samstarv

- Kanst arbeiða við skiftandi uppgávum og

- Trívist væl millum starvsfólk, næmingar og viðskiftafólk

Vit bjóða

- Eitt skiftandi og avbjóðandi starv

- Eitt starv har tú sjálv kanst forma uppgávurnar

- Gott arbeiðsumhvørvi

- Góðar starvsfelagaðar og næmingar

Løn og setanartreytir eftir sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsfelagið.

Umsókn við CV skal sendast skúlarstjóranum á [email protected] í seinasta lagi 14.august.

Sjónám

Faktorsvegur 14, FO-700 Klaksvík http://sjonam.fo