Arbeiðsfólk til HP Jarn

Arbeiðsfólk til HP Jarn

 HP Jarn er ein leiðandi fyritøka í Føroyum innan innflutning og sølu av stáli, armeringsframleiðslu og útleigu av forskalling.

Vit søkja nú eftir arbeiðsfólki til ymiskt handaligt arbeiði í fyritøkuni.

Vit vænta, at tú ert ábyrgdarfull/ur og álítandi og dugir at arbeiða sjálvstøðugt, men eisini í bólki, tá tað er neyðugt.

Vit bjóða góð og væl skipað arbeiðskor.

Talan er um fastlønt starv. Mánadag til fríggjadag frá 8 til 16.10

Løn sambært avtalu millum partarnar.

Starvið verður sett skjótast gjørligt.

Umsókn skal sendast til:

HP Jarn Sp/f

Úti við Neyst 9

430 Hvalvík

T-postur: jakku@hpjarn.fo

Um tú ynskir fleiri upplýsingar um starvið, ert tú vælkomin at ringja til Jakku Guttesen á tlf. 757500