Bókhaldari at byrja sum skjótast

Bókhaldari at byrja sum skjótast

Vit sóknast eftir einum bókhaldara til bókhaldsdeild okkara, har tað í løtuni starvast seks fólk.

Á bókhaldsdeildini, sum eisini tekur sær av øðrum vanligum skrivstovuarbeiði, er til tíðir neyðugt at taka eitt eyka tak – eitt nú tá ið MVG-uppgerðirnar skulu gerast, og tá ið tilfar skal latast myndugleikunum. Arbeiðið verður fyri tað mesta gjørt á skrivstovuni. Tó er avtalað við nakrar kundar, at bókhaldið verður gjørt á staðnum.

Løn og arbeiðstíðir verða avtalað við leiðsluna og ásett eftir førleikum og royndum.

 Umsóknarfreistin er hósdagin 25. februar. Umsóknir skulu sendast til januar@januar.fo ella til P/F JANUAR, løggilt grannskoðanarvirki, Óðinshædd 13, Postrúm 30, FO 110 Tórshavn.

Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.


JANUAR, løggilt grannskoðanarvirki, er ein samanrenning av tveimum teimum elstu grannskoðanarvirkjunum í landinum. Tilsamans hava tey bæði virkini virkað í Føroyum í 92 ár.

Í JANUAR starvast í løtuni 36 fólk. Sostatt er JANUAR størsta virkið av sínum slag í Føroyum. I løtuni eru tilsamans 10 løggildir grannskoðarar í vinnu í Føroyum.  Av teimum arbeiða 5 hjá JANUAR, sum allir harumframt eru statsaut. revisorar.

Í JANUAR verður dentur lagdur á, at góðskan er í hásæti og á altjóða stigi. Umframt kjarnuvirkisøkini grannskoðan og roknskap hevur JANUAR eina røð av øðrum tænastum at bjóða sínum viðskiftafólkum.