Bústaðir søkja fíggjarleiðara

Bústaðir søkja fíggjarleiðara

Bústaðir eru almenna bústaðafelagið í Føroyum. Felagið hevur 440 bústaðir í rakstri, knappar 200 í gerð og vil skapa enn fleiri, sjálvt og saman við øðrum.

Sum fíggjarleiðari verður tú partur av leiðslutoymi felagsins og hevur saman við toyminum ábyrgd av, at felagið verður rikið sunt og effektivt, og at ognirnar verða hyggiliga røktar. Vit leggja dent á fíggjarligt eftirlit og á evni og vilja at finna loysnir.

Sum fíggjarleiðari hevur tú eisini ábyrgdina og dagligu leiðsluna av fíggjardeildini, har tú hevur trý starvsfólk aftur at tær. Høvuðsuppgávurnar hjá deildini eru at skipa og menna fíggjarligu mannagongdir felagsins. Deildin hevur ábyrgd av bókhaldi, innanhýsis og uttanhýsis roknskapum, fíggjarætlanum, uppfylging av byggiverkætlanum, greiningum, lántøku og øðrum.

Førleikar

Tú hevur fleiri ára royndir sum fíggjarleiðari ella grannskoðari og hevur búskaparútbúgving á kandidatstigi, eitt nú cand.merc.aud., HD í roknskapi, cand.oecon ella líknandi.

Tú ert røkin, hevur hegni at raðfesta og leiða, og tú arbeiðir saman og sjálvstøðugt líka væl. Bústaðir nýta eina framkomna og skraddaraseymaða KT-skipan til alt virksemi sítt, og tað er tí avgerandi, at tú hevur góðar KT-førleikar.

Bústaðir samstarva breitt við land, kommunur, arbeiðstakarar, íleggjarar og lánveitarar, so tú mást duga at lofta tær bæði menniskjaliga og fakliga. Afturfyri fært tú eitt sjálvstøðugt og fjøltáttað starv við góðum menningarmøguleikum.

Løn og setanartreytir

Starvið verður lønt eftir lønar- og setanarsáttmálanum millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag. Fyrispurningar og umsóknir verða viðgjørd í trúnaði.

Umsóknarfreistin er 27. november 2023

Send umsókn tína við avritum av CV, prógvum og øðrum viðkomandi skjølum við teldubrævi til st[email protected]. Skriva fíggjarleiðari sum evni í teldubrævinum.

Starvið verður sett skjótast til ber, men vit bíða fegin eftir rætta umsøkjaranum.

Hevur tú spurningar um starvið, vend tær til Andras Róin, stjóra, á telefon 21 06 09.

Bústaðir eru alment bústaðafelag. Í samsvari við bústaðapolitikk landsins virka Bústaðir fyri at betra og fjøltátta føroyska bústaðamarknaðin, har vit:

· virka fyri, at øll í Føroyum skulu hava møguleika fyri at útvega sær ein bústað,

· tryggja fjølbroytni á bústaðamarknaðinum,

· stuðla upp undir veðurlagspolitikk Føroya og minka um orkutørvin á føroyska bústaðamarknaðinum.