
Býargartnari í Tórshavnar Kommunu
Tórshavnar kommuna søkir eftir nýggjum Býargartnara til at standa á odda
fyri øllum viðlíkahaldi og rakstri av okkara grønu økjum í kommununi.
Dámar tær at
arbeiða við grønum rakstri, skipa arbeiðið hjá arbeiðsfólkunum á lendisliðnum og
samstarva við gartnaravinnuna, er starvið sum Býargartnari í Tórshavnar kommunu
møguliga títt nýggja arbeiðspláss.
Talan er um eitt spennandi starv, sum
krevur góð leiðsluevni og eina sterka fakliga barlast.
Tú kemur at standa fyri dagligu leiðsluni av teimum grønu økjunum, í
samstarvi við býarskipanardeildina, teknisku deild, rakstrarstovnin og sum Býargartnari
kemur tú eisini at hava yvirskipaðu ábyrgdina av tí grønu røktini av kirkjugørðunum
í kommununi.
Í sambandi við
at kommunan ynskir at skipa grøna økið av nýggjum, fær tú møguleika at gera
tína ávirkan galdandi. Tí mást tú tola broytingar í starvinum.
HØVUÐSUPPGÁVUR
Høvuðsuppgávan hjá Býargartnarinum er at skipa og menna grøna raksturin,
soleiðis at kommunan kann veita eina góða og munadygga tænastu. Tú skalt duga
at síggja møguleikar og áhaldandi góðskutryggja arbeiðsgongdir og tænastur, sum
Býargartnarin umsitur.
Tú skal tryggja og skapa eitt gott og mennandi arbeiðspláss, har starvsfólkini
trívast.
Býargartnarin kemur at hava
tætt samstarv við Rakstrarstovnin á Oyggjarvegnum og aðrar deildir, stovnar,
umframt vinnulívið.
Virksemi og raðfestingar skulu verða grundaðar á støðulýsingar, og í øllum
málum skulu atlit takast til umhvørvið.
Økini, sum Býargartnarin kemur
at umsita eru:
·
Øll tey
grønu økini, ið Tórshavnar Kommuna eigur og varðar av
·
Kirkjugarðar
hjá kommununi, sum eru 13 í tali.
ARBEIÐIÐ FEVNIR UM M.A.
·
Vanlig gartnararøkt og
planlegging av hesum
·
Planting og fríðkan
·
Rudding og umvæling av
annleggum í grønu økjunum
·
Reinhald av grønu
økjunum og kirkjugørðum
·
Eftirlit og
viðlíkahald av spæliplássum
·
Standa fyri útbjóðing
og hava eftirlit við at arbeiðið verður gjørt nøktandi
·
Innkeyp av plantum
o.ø.
·
Fíggjarliga ábyrgd
PERSÓNLIGIR EGINLEIKAR
Dentur verður lagdur á, at tú:
·
hevur góð leiðsluevni
og megnar at veita eina góða tænastu
·
ert jalig/-ur og dugir
at síggja møguleikar og loysnir
·
dugir væl at samskifta
og skapa álit
·
kanst hava nógvar
bóltar í luftini í senn, dugir at raðfesta og at arbeiða undir trýsti
·
ert
gartnari ella hevur royndir innan øki, hevur plantu kunnleika og grøna tilgongd
til arbeiðið.
·
hevur eyga
fyri týdninginum av, at fríðka um grønu og rekreativu økini.
·
hevur
koyrikort.
SETANARVIÐURSKIFTI
Løn sambært sáttmálanum
millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Starvsfelagið.
Arbeiðið verður í høvuðsheitum
á grønu økjunum. Arbeiðstíðin er frá klokkan 8.00 til 16.00 vanligar
gerandisdagar, tó skal roknast við úrtíðararbeiði, tá okkurt serligt er.
Ynskiligt er, at tú kanst fara
til verka í starvinum sum skjótast.
UMSÓKN
Umsókn saman við møguligum
upplýsingum um viðkomandi royndir og møgulig viðmæli verða at senda til torshavn@torshavn.fo. Merk umsóknina „Býargartnari“.
Freistin
at søkja starvið er mikudagin 31. juli 2024.
VILT TÚ VITA MEIRA
Meiri fæst at vita um starvið við at venda sær til:
Tekniska stjóran Bogi Jacobsen
+298 503030, bogij@torshavn.fo