
Byggileiðarar til Kanjon
Vegna vaksandi virksemi søkja vit eftir nøkrum byggifrøðingum/verkfrøðingum.
Tú kemur at arbeiða saman við dugnaligum starvsfelagum, har tín uppgáva verður at samskipa arbeiðstøkur, handverk, dygd, trygd og tíð. Planleggjan av veitanum og aðrar uppgávur í hesum sambandi.
Vit væntað at tú dugir at arbeiða sjálvstøðugt og hevur góð samstarvsevnir.
Vit bjóða
- Eina fyritøku í menning
- Spennandi verkætlanir
- Eitt gott arbeiðsumhvørvi
- Góðar arbeiðsumstøður
- Fjøltáttaðan arbeiðsdag.
Talan er um starv har tú kemur at vera partur av einum toymi, har tú saman við dugnaligum starvsfelagum, kemur at taka tær av dagligu byggileiðsluni. Vit hava fleiri spennandi uppgávur fyri framman bæði í norðurøkinum, økinum kring Runavík og í høvuðsstaðnum.
Førleikakrøv
Vit væntað, at tann ið verður settur dugir at nýta
• Revit og/ella AutoCad
• Ms Projekt
• Excell
• Word
• Outlook
Eisini er tað eitt ynski, at viðkomandi dugir væl at samskifta á føroyskum, donskum og enskum máli, bæði í skrift og talu.
Starvið verður lønt eftir avtalu. Upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Kjartan Hansen á tlf 554040 ella Tom Silvurdal, verkætlanar og framleiðsluleiðara á tlf 554002
Umsókn, við avritum av prógvum og møguligum viðmælum skulu sendast til [email protected] ella umvegis heimasíðuna www.kanjon.fo.
Seinasta freist at søkja starvið er mánadagin 30. mars 2023 . Starvssamrøður verða hildnar loypandi og verður starvið sett skjótast møguligt.
Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.