Deildarleiðari til mikrobiologisku kanningarstovu

Deildarleiðari til mikrobiologisku kanningarstovu

Vit søkja eftir avloysara fyri deildarleiðara á mikrobiologisku kanningarstovuni.

Deildin ger mikrobiologiskar kanningar av matvørum, drekkivatni, framleiðsluvatni, fóðri, súrløgu, reinføri o. tíl.

Kanningarstovan er væl útgjørd mikrobiologiskar kanningarnar.

Starvslýsing
Deildarleiðarin á mikrobiologisku kanningarstovuni hevur høvuðsábyrgdina av:
• Fakligu og teknisku leiðsluni á deildini
• At menna og stovnseta kanningarhættir á mikrobiologiska fakøkinum
• At tryggja, at kanningarnar og arbeiðið altíð er í samsvari við akkrediteringina
• At fakliga menningin nøktar tann tørv, sum myndugleikar og viðskiftarar hava fyri kanningum og tænastum økinum
• At menna starvsfólk fakliga
• At dagføra og framhaldandi menna góðskuskipanina sambært DS/EN ISO/IEC 17025:2017
• Samskifti við mynduleikar og viðskiftarar av kanningum.

Starvið fevnur eisini um aðrar uppgávur í sambandi við rakstur av deildini.

Deildarleiðarin er partur av leiðslubólkinum á stovninum og hevur sostatt eisini stovnsuppgávur.

Krøv til útbúgving, kunnleika og persónligir eginleikar
Akademiskt prógv í náttúruvísindi frá hægri lærustovni / universiteti á M.Sc. stigi, við denti á mikrobiologi.

Áhugi krevst fyri KT skipanum sum heild.

Tú skalt vera fakliga væl fyri, duga væl at samstarva og at samskifta, vera vælskipað/-ur og greið/-ur og duga at leiða eitt toymi

Haraftrat skalt tú duga væl at fara við starvsfólki og viðskiftarum hjá stovninum annars.

Tín málsligi førleiki er føroyskur / norðurlendskur, eins og málsligur førleiki í enskum er ein fyrimunur.

Leiðslu- og starvsroyndir innan mikrobiologiska økið og koyrikort til perónsbil eru ein fyrimunur.

Tíð og setanarviðurskifti
Starvið er fulltíðarstarv til setan um miðjan august 2023.

Skeiðið er til og við 31 mai 2024 – við møguleika at leingja í enn eitt ár til 31 mai 2025.

Lønin verður sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Akademikarafelag Føroya. Viðbótin fyri deildarleiðarastarvið er samsvarandi deildarleiðara 2.

Sí annars heimasíðuna hjá Lønardeildini í Fíggjarmálaráðnum: www.fmr.fo.

Umsóknin
Umsókn til starvið, við avriti av prógvum, tilvísingum og viðmælum, skal verða okkum í hendi í seinasta lagi mikudagin 31 mai 2023 kl. 12.00 og latast á [email protected] ella til Heilsufrøðiliga starvsstovan, Smyrilsvegur 7, FO 100 Tórshavn.

Fleiri upplýsingar fáast við at venda sær til Bárð Enni, stjóra á telefon 55 64 00.


Heilsufrøðiliga starvsstovan er stovnur undir Uttanríkis- og vinnumálaráðnum. Stovnurin umsitur m.a. matvøru-, djórasjúku-, djóravælferðar-, djóralækna- og alilógina og rekur kanningarstovu í hesum sambandi.

Stutt um mikrobiologisku kanningarstovuna
Á mikrobiologisku deild starvast íalt 9 fólk. Arbeiðið á deildini er eyðkent av toymisarbeiði. Starvsfólkið strembar dagliga eftir dygdargóðum avriki og einum góðum arbeiðsumhvørvi.
Mikrobiologiska kanningarstovan er altjóða góðkend kanningarstova (sí www.danak.dk, akkr. nr.: 303).

Kanningarstovan hjá Heilsufrøðiligu starvsstovuni er á Debesartrøð.