Dugnaligt goymslufólk til Thomas Dam á Hálsi
Talan er um eitt fultíðarstarv í einari vaksandi fyritøku í einum góðum starvsfólkatoymi.
Við yvir 6000 ymsum vørum á stórari vælskipaðari goymslu, vørumóttøku hvørja viku, ordraframtøku og útkoyringing er starvið á okkara goymslu ein sera týdningarmikil liður í øllum okkara virksemi.
Starvið krevur, at tú hevur ans fyri og gongur upp í smálutir, dámar væl vøruhondtering, at halda og røkta goymslu. At tú saman við starvsfólkatoyminum vilt arbeiða fyri góðum arbeiðsumhvørvi og kundanøgdsemi

• Vørumóttøka, pakking og umpakking
• Vøruframtøka, útflýggjan og útkoyring
• Vøruuppfylling
• Gera skrásetingar og uppteljingar til goymsluskipanina
• Røkta goymsluna og verða við at skipa goymsluna.
• Umframt aðrar fyrifallandi arbeiðsuppgávur
Vit vænta at tú
:

• Gongur neyvt uppí skásetingar, smálutir og nágreinligheit
• Hevur gott yvirlit og sans fyri tølum og mongdum.
• Er væl skipað/ur og dámar væl at røkta og viðlíkahalda skipanir
• Ert álítandi og røkin
• Í háártíð megnar tíðarpress
• Hevur koyrikort til bil. Koyrikort til trukk er ein fyrimunur, men ikki krav!
Um okkum.
Handilsfyritøkan Thomas Dam & Co varð stovnað í 1946. Millum fólk eru vit kend, sum Thomas Dam á Hálsi og reka vit heilsølu, handlarnar Hegns- & náttúrubúðina og Veitslu- & køksbúðina umframt netbúðina thomasdam.fo .
Vit halda til á Heykavegi 3 á Hálsi í Havn.
Í løtuni eru vit 11 starvsfelagar og vit leggja okkum eftir dygd, funktionaliteti, burðardygd, menning og trivna.
Hevur starvið tín áhuga send okkum eina umsókn á [email protected]
Hevur tú spurningar kanst tú ringja 211428.
Umsóknarfreist er 14.august 2024.
Starvið verður sett so skjótt skikkaður umsøkari er funnin.
Løn sambært avvarðandi sáttmála.