Duty Free søkir eftir goymslufólki til handilin á flogvøllinum

Duty Free søkir eftir goymslufólki til handilin á flogvøllinum

Duty Free handilin á flogvøllinum søkir goymslufólk at byrja skjótast gjørligt.Sum starvsfólk í Duty
Free eru arbeiðsuppgávurnar nógvar og fjølbroyttar, og tín høvuðsuppgáva verður at taka tær av
goymsluni, sum er knýtt at handli okkara.

Vit vænta, at tú ert røkin og gongur høgt uppí at hava yvirlit og yvirhøvur at halda gott skil á
goymsluni. Harafturat ert tú ágrýtin og klár/ur at taka eitt eyka tak, tá ið á stendur.

Um starvið
Talan er um fulltíðarstarv við starvsstaði í Vága Floghavn. Arbeiðstíðirnar eru lagaðar til
flogferðsluna, og arbeitt verður allar dagar í vikuni. Løn sambært avtalu.

Umsókn
Meira fæst at vita um starvið við at seta teg í samband við Jonny Müller á tlf. 225523 ella við
telduposti á starv@dutyfreefae.fo.
Umsókn við lívsrensli (CV) og møguligum viðmælum skal sendast við telduposti til
starv@dutyfreefae.fo í seinasta lagi 17. august 2022 kl. 12.

GG: Ein treyt fyri at arbeiða í Vága Floghavn er, at tú hevur reina revsiváttan.