Eftirlitsfólk til Veterinerdeildina á Heilsufrøðiligu starvsstovuni

Eftirlitsfólk til Veterinerdeildina á Heilsufrøðiligu starvsstovuni

Vit sóknast eftir einum starvsfólki í fast starv, sum eftirlitsfólk á Veterinerdeildini, at byrja 1. september 2024 ella eftir avtalu. Arbeiðsstaður er á skrivstovuni í Havn, og á eftirlitsvitjanum á sjógvi og landi kring allar Føroyar.

Arbeiðsuppgávur

  • Eftirlit, sjúkuyvirvøka og sýnistøka av vinnuligum djórahaldi – serliga í alivinnuni
  • Fyrisiting og málsviðgerð eftir galdandi lógum og reglum um djóravælferð og sjúkufyribyrgjandi rakstur
  • Áhaldandi menning av arbeiðsgongdum

Listin omanfyri er ikki endaligur, men kann broytast við tíðini. Djóralæknar verða settir sum embætisdjóralæknar, og koma at luttaka í vaktarskipanum fyri embætisdjóralæknauppgávur, bæði í og uttan fyri vanliga arbeiðstíð.

Krøv til útbúgving og aðrar viðkomandi førleikar

  • Djóralækni, fiskaheilsulívfrøðingur, lívfrøðingur, líknandi akademisk útbúgving, ella viðkomandi tekniska útbúgving
  • Dugir væl at samskifta á føroyskum ella á skandinaviskum máli
  • Dugir at samskifta á enskum
  • Hevur góðan telduførleika
  • Koyrikort

Tú dugir at arbeiða í toymi og sjálvstøðugt. Tú hevur áræði, er úrslitssøkin og hevur góð samskiftis- og samstarvsevni, bæði í skrift og talu. Tú trívist væl við skiftandi arbeiðsuppgávum og arbeiðsmongd.

Vit bjóða eitt spennandi starv, sum fakliga fevnir breitt, og hevur stóran samfelagsligan týdning. Tú gerst partur av einari deild við dugnaligum og ágrýtnum starvsfeløgum. Góðir møguleikar eru fyri førleikamenning.

Løn og setanartreytir eru sambært sáttmála millum avvarðandi yrkisfelag og Fíggjarmálaráðið.

Umsókn
Umsóknir til starvið skulu sendast Heilsufrøðiligu starvsstovuni í t-posti til [email protected], ella til Smyrilsveg 7, 2. hædd, FO-100 Tórshavn. Viðheft grundgivna umsókn, lívsrensl, avrit av prógvi, viðmæli og tilvísingar.

Umsóknir skulu verða okkum í hendi í seinasta lagi sunnudagin 30. juni 2024.

Meira fæst at vita við at venda sær til Jógvan Páll Fjallsbak, deildarleiðara á Veterinerdeildini, [email protected], tlf. 556400

Heilsufrøðiliga starvsstovan er stovnur undir Uttanríkis- og Vinnumálaráðnum. Stovnurin umsitur m.a. matvøru-, djórasjúku- og alilógina. Stovnurin rekur eisini kanningarstovu í hesum sambandi. Høvuðsuppgávurnar hjá veterinerdeildini eru at tryggja góða djóra- og fiskaheilsu.