Endurlýsing eftir løgfrøðingi til Fiskivinnu- og Samferðslumálaráðið

Endurlýsing eftir løgfrøðingi til Fiskivinnu- og Samferðslumálaráðið

Ert tú løgfrøðingur og hevur hug og hegni at arbeiða í einum politiskum og fyrisitingarligum umhvørvi, so er hetta starvið í Fiskivinnu- og samferðslumálaráðnum nakað fyri teg.

Ráðið er fyrisiting hjá landsstýrismanninum, og umsitur m.a. lóggávu fyri fiskiveiðu og veitir landsstýrismanninum ráð.

Tínar uppgávur í høvuðsheitum
• Lógar-ogkunngerðarsmíð,serligaáfiskivinnuøkinum
• Løgfrøðiligráðgeving,innanhýsisogtilstovnarundirRáðnum
• Málsviðgerð

Tínir førleikar
Tú ert løgfrøðingur (cand.jur.).

Tú dugir at arbeiða miðvíst og sjálvstøðugt, men tú dugir eisini at samskifta og samstarva tvørfakliga við onnur fyri at loysa mál í felag.

Tú ert málsøkin og loysir uppgávur við góðum huga og nærlagni.

Tú hevur góðar sosialar førleikar, ert fleksibul og viðvirkar til eitt gott arbeiðsumhvørvi.

Tú dugir væl at orða teg og samskifta bæði í skrift og talu og hevur góðar telduførleikar.

Vit bjóða
Eitt spennandi og avbjóðandi starv, við fleksiblum kørmum og fjølbroyttum arbeiðsuppgávum, sum verða loystar í tøttum samstarvi við góðum starvsfeløgum. Vit leggja dent á trivnað og gott arbeiðsumhvørvi.

Møguleiki er fyri støðugari fakligari menning.

Setanartreytir
Starvið er eitt fulltíðarstarv og skal setast skjótast gjørligt ella eftir avtalu.

Starvið verður lønt eftir sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Búskapar- og Løgfrøðingafelag Føroya. Tú skalt tola møguligar broytingar í starvsinnhaldi og -formi. Setanarøkið fevnir um Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið og stovnar undir tí, umframt hini stjórnarráðini.

Samband
Um starvið hevur tín áhuga, send okkum umsókn við lívsrensli og avriti av prógvum til [email protected] í seinasta lagi 28. september 2023.

Hevur tú spurningar, kanst tú seta teg í samband við Betzy Ludvig, løgfrøðing, tlf. 267703/[email protected].

Vit gleða okkum at frætta frá tær.

Um Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið
Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið er eitt av níggju stjórnarráðum í landsfyrisitingini, ið veitir landsstýrinum ráð, tryggjar haldgott grundarlag og ger hugskot til veruleika. Her starvast 17 starvsfólk, sum umsita fiskivinnumál, fiskiveiðieftirlit, fiskirannsóknir og – gransking, inntøkutrygd fiskimanna, hvalamál, bjarging, trygd, veðurtænastu, busskoyring, farmakoyring, ferjulegur, ferjur, ferðslumál, landshavnir, landsvegir, tyrlupallar og ráðgeva viðvíkjandi flogvøllum.