Endurlýsing: Lærari til Sjónám
Søkt verður eftir einum undirvísara at byrja í 12.august 2024
Starvsinnihald:
· Undirvísa í skipara-, skipsatstøðaraútbúgvingini og trygd á sjónum. Undirvísingin fevnir um bæði ástøðiliga frálæru og venjingar við bjargingar- og eldsløkkiútgerð v.m.
· Vera við til at menna og gera frálærutilfar í samsvari við altjóða krøv og tørvin hjá vinnuni
· Vera við til vanligt viðlíkahaldsarbeiði á venjingarstøðini og aðrar fyrifallandi uppgávur
Førleikar:
Krøv til førleika eru ásett í kunngerð nr. 107 frá 20. september 2005 um skiparaútbúgving og eru m.a.:
· Staðið bachelorprógv frá hægri lærustovni
· Lokið prógv sum skipsførari
· Hava í minsta lagi tvey ára royndir sum stýrimaður, yvirstýrimaður ella skipari við handilsskipi ella fiskiskipi
Aðrir viðkomandi førleikar:
· Góð evni at samskifta á føroyskum, norðurlendskum og enskum máli
· Góð samstarvsevni og førleika til sjálvstøðugt arbeiði
· Kunnleika til samskiftis- og kunningatøkni.
· Aldur og heilsu at taka prógv sum kavari
Fyrimunur er, um umsøkjarin hevur royndir sum undirvísari og -royndir frá t.d. sjó-, frálandavinnu ella loftferðslu.
Tann, ið settur verður, skal vera til reiðar at taka námsfrøðiliga útbúgving og eftirútbúgvingar, sum eru viðkomandi fyri starvið.
Setanarviðurskifti:
Starvið verður lønt sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Fakfelag Sjómansskúlalærara Føroya, sæst á www.fmr.fo
Setanarøkið fevnir um sjóvinnuútbúgvingarnar á Sjónámi.
Umsóknir:
Umsóknarfreistin er 12.juli 2024
Meiri fæst at vita um starvi frá Brandi H. í Funningstovu, deildarleiðara, tfl.665 888
Umsókn við ljóstøku av prógvum, yvirlit yvir royndir og møgulig viðmæli skulu sendast:
Á teldupostadressu: [email protected]
ella
Sjónám
Postmoga 324,
Faktorsvegur 14
FO-710 Klaksvík
stílað: Rúni Heinesen, skúlastjóri