ENDURLÝSING - Starvsfólk til Mentanarhúsið

ENDURLÝSING - Starvsfólk til Mentanarhúsið

Mentanarhúsið í Fuglafirði søkir eftir dugnaligum og ágrýtnum starvsfólki, at byrja skjótast gjørligt. Talan er um eitt áhugavert og avbjóðandi starv, við skiftandi uppgávum í livandi og spennandi umhvørvinum í Mentanarhúsinum.

Um starvið
Mentanarhúsið er karmur um alskyns mentanarligt virksemi, alt frá konsertum við millum øðrum, altjóða tónleikanøvnum, sangleikir, sjónleikir, hugnaløtur og veitslur.

Starvsfólkið í Mentanarhúsinum hevur ábyrgdina av at skipa dagliga arbeiðið, frá handaligum arbeiði til at fyrireika tiltøk, miðla tiltøk og veita eina góða tænastu til bæði mentanarfólk og vitjandi.

Mentanarhúsið er ein virkin og týdningarmikil leikari á føroyska mentanarpallinum.

Starvsfólkið vísur bygnaðarliga til leiðaran í Mentanarhúsinum. Mentanarhúsið vísur til mentanarleiðarin og mentanarnevndina hjá Fuglafjarðar býráð.

Vit bjóða
• 
Eitt mentanarligt umhvørvi.
• Ein gerandisdag við støðugt skiftandi og fjølbroyttum uppgávum.
• Møguleika saman við leiðaranum at mynda mentanarliga kalendarin.
• Møguleika at mynda egið arbeiðið.

Vit vænta at tú
• 
Hevur viðkomandi útbúgving.
• Hevur áhuga fyri mentan.
• Hevur royndir við at skipa tiltøk og upplivingar.
• Ert fyrikomandi, og dámar væl at arbeiða saman við fólki.
• Hevur gott arbeiðslag og tøkniligt handalag.
• Hevur góð samstarvs- og samskiftisevni.
• Megnar at arbeiða sjálvstøðugt og saman í toymi.
• Megnar at skipa arbeiðið og ert røkin og nærløgd/lagdur.
• Ert tænastusinnað/ur.
• Tekur ábyrgd og kann virka sum avloysari fyri leiðaran.

Tað hevur týdning, at tú megnar at hava nógvar bóltar í luftini í senn og at tú hevur arbeitt við mentanartiltøkum áður.

Tað kann verða ein fyrimunur, at tú hevur royndir at arbeiða við grafikki og teknikki, umframt fyrisitingarligt.

Arbeiðstíðirnar eru skiftandi og fevna eisini um kvøld og vikuskifti.

Setanar- og lønarviðurskifti
Talan er um eitt fulltíðarstarv, har lønin er samsvarandi sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið (KAF) og Starvsfelagið.

Umsóknin skal sendast til
Skrivliga umsóknin saman við CV og møguligum fylgiskjølum, skal sendast við vanligum posti til:

Fuglafjarðar kommunu, Í Støð 5, 530 Fuglafjørður

ella talgilt á:

info@fuglafjordur.fo

í seinasta lagi mánadagin tann 1. november 2021.

Fleiri upplýsningar um starvið
Fleiri upplýsningar um starvið, fáast við at venda sær til Jónas Bloch Danielsen, leiðara í Mentanarhúsinum, á tlf. 238070 ella til Rønn Eliasen, mentanarleiðara, á telefon 238014.

Um Mentanarhúsið
Mentanarhúsið er pallsett mitt í Fuglafirði.

Fjálga húsið andar av mentan og list, og síðani húsið varð tikið í nýtslu í 2002, hevur tað verið karmur um eina ørgrynnu av mentanarligum tiltøkum, skeiðum, ráðstevnum, sjónleikum og øðrum savnandi tiltøkum.

Húsið rúmar um 600 fólkum, og hevur allar hentleikar frá ljós- og ljóðútgerð til egnan góðkendan køk.

Mentanarhúsið er ein virkin leikari á føroyska mentanarpallinum og skal komandi starvfólkið framhaldandi tryggja góða støði.