Endurlýsing: Starvsfólk til Økistænastuna í Sandoyar sýslu

Endurlýsing: Starvsfólk til Økistænastuna í Sandoyar sýslu

ENDURLÝSING
Av tí at ov fáar umsóknir eru komnar inn, søkja vit aftur eftir starvsfólki. Áður innkomnar umsóknir verða tiknar við.

Søkt verður eftir starvsfólki til Økistænastuna í Sandoyar sýslu

Vit eru ein integrerað eind, sum fevnir um tænastu til borgarar í øllum aldri og trý heim í Sandoynni. Okkum tørvar fólk til røktina og køkin umframt avloysarar til summarferiuna.

Sjúkrarøktarfrøðingur: Søkt verður eftir sjúkrarøktarfrøðingi at arbeiða í skiftandi vaktum. Starvsbrøkurin er 0,8 svarandi til 32 tímar um vikuna. Starvið fevnir um alt økið, men verður í høvuðsheitum knýtt at Røktarheiminum Áargarður á Sandi.

Til Sambýlið Gerðisgarð , ið er heim til borgarar við demenssjúku, verður søkt eftir tveimum heilsurøktarum ella heilsuhjálparum. Tað er ein fyrimunur at hava royndir innan demensøkið. Talan er um: Eitt fast starv skjótast gjørligt ella sambært avtalu. Starvsbrøkurin er 0,8 svarandi til 32 tímar um vikuna í skiftandi vaktum. Eitt fast starv frá 1. nov. 2021 ella sambært avtalu. Starvsbrøkurin er 0,7 svarandi til 28 tímar um vikuna i skiftandi vaktum.

Til Sambýlið Skerið verður søkt eftir tveimum heilsurøktarum ella heilsuhjálparum. Talan er um:
Eitt fast starv skjótast ella sambært avtalu. Starvsbrøkurin er 0,7 svarandi til 28 tímar um vikuna í skiftandi vaktum. Eitt farloyvisstarv frá 1. juni 2021 til 31. okt. 2021 ella sambært avtalu. Starvsbrøkurin er 0,7 svarandi til 28 tímar um vikuna í skiftandi vaktum.

Til Røktarheimið Áargarð verður søkt eftir køkshjálp og heilsurøktara ella heilsuhjálpara. Talan er um:
Køkshjálp í stytri vaktum nakrar dagar um vikuna. Eitt farloyvisstarv sum heilsurøktari ella heilsuhjálpari frá 1. sept. 2021 til 31. aug. 2022 ella sambært avtalu. Starvsbrøkurin er 0,8 svarandi til 32 tímar um vikuna í skiftandi vaktum.

Avloysarar til summarferiuna: Søkt verður eftir sjúkrarøktarfrøðingum, heilsurøktarum, heilsuhjálparum, lesandi og næmingum, umframt fólki uttan viðkomandi útbúgving. Vit hava tørv á avloysarum til røktina, reingerð og køkin, har roknast kann við styttri vaktum.

Vit vænta, at okkara starvsfólk:
brenna fyri at arbeiða við eldri og fólkum við skerdum førleikum eru positiv og hava lætt við at umstilla teg hava góð tvørfaklig samstarvsevni
Vit bjóða: ein spennandi og mennandi arbeiðsdag við nýggjum avbjóðingum alla neyðuga upplæring dugnaligar og ágrýtnar starvsfelagar

Setanarviðurskifti: Størvini verða sett sambært sáttmála við KAF/ Fíggjarmálaráðið og avvarðandi feløg. Um tú vilt vita meira um størvini, ert tú væl komin at seta teg í samband við Johannu Hansen, bólkaleiðara telefon 793601.

Umsókn: Sendið okkum skrivliga umsókn við avritum av prógvi, autorisatión og upplýsingum um starvsroyndir innan 14. juni 2021. Við posti til:
Økisskrivstovan Miðgøta 8 210 Sandur Att. Johanna Hansen
Ella við telduposti til: ot@ot.fo