Eurest Føroyar søkir køksfólk

Eurest Føroyar søkir køksfólk

Eurest Føroyar sóknast eftir einum dugnaligum og tænastusinnaðum køksfólki til kantinuna hjá Mest í Runavík. Á leið 30 starvsfólk eta dagliga í kantinuni. Starvið er ásett til  15 tímar um vikuna, mánadag til fríggjadag kl. 10.00-13.00, við byrjan 10. mai 2021 ella eftir avtalu.

 

Arbeiðsuppgávur

Sum køksfólk er tín uppgáva at hjálpa til at gera mat og at vaska upp.  

 

Setanar- og lønarviðurskifti

Starvið verður lønt sbrt. sáttmála við avvarðandi yrkisfelag.

 

Umsókn

Skrivlig umsókn við avritum av prógvum, lívsrensli, viðmælum o.ø. skal sendast til hr@ph.fo. Viðmerkjast skal “Køksfólk til Eurest”.

Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 5. mai 2021.

Neyvari upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til Símun Midjord, leiðara á Eurest Føroyar, á tlf. 23 53 40.

 

Stutt um Eurest Føroyar

Eurest Føroyar er ein heildarveitingarfyritøka, ið byrjaði í 2001. Fyritøkan hoyrir til Poul Hansen samtakið og er samstundis ein partur av Compass Group Danmark, har vit fáa ráðgeving innan serøki og førleikamenning. Umleið 15 fólk starvast í Eurest Føroyar, tey flestu innan reingerð og nøkur í kantinu-skipanum.