Farloyvisstarv sum bókmentaligur samskipari til FarLit og marknaðarfólk til Bókadeildina

Farloyvisstarv sum bókmentaligur samskipari til FarLit og marknaðarfólk til Bókadeildina

FarLit og Bókadeild Føroya Lærarafelags søkja eftir bókmentaligum samskipara og marknaðarfólki fyri starvsfólk í barnsburðarfarloyvi at byrja 16. septembur 2024 og til 1. oktobur 2025.

Samskipanaruppgávur í FarLit
Helvtina av starvstíðini verður at samskipa FarLit. Henda uppgáva er fyrst og fremst at fáa føroyskar bókmentir út í heim. Tú skalt fyrireika fundir við altjóða bókaforløg á bókamessum í eitt nú Frankfurt og Bologna, fáa til vega kunnandi tilfar um nýggjar føroyskar bókmentir í samstarvi við úrvalsnevnd, fáa tilfarið týtt og lagt út á heimasíðu. Tú skalt eftirfylgjandi røkja sambandið við øll áhugað í samstarvi við føroysk forløg. Tú fert í samstarvi við stuðulsnevnd at umsita týðara- og útgávustuðul til útlendsk forløg.

Marknaðarførsluppgávur á BFL
Helvtina av starvstíðini fevnir um fjølbroyttar uppgávur á Bókadeildini. Høvuðsuppgávurnar eru at varpa ljós á og miðla bøkurnar hjá Bókadeildini, barnabløðini, Skúlablaðið, Bókaklubban og átakið Føroyar lesa á ymsum pallum, og at umsita heimasíðuna hjá Bókadeildini og at hava samband við viðkomandi partar sum miðlar, skúlar og bókavørðir og at skipa fyri útgávutiltøkum.

Førleikakrøv
• Stórur áhugi og kunnleiki um føroyskar bókmentir
• Viðkomandi útbúgving og/ella starvsroyndir
• Góðir málsligir førleikar at arbeiða við teksti
• Hugur og førleiki at arbeiða við heimasíðum og talgildum miðlum
• At tú arbeiðir sjálvstøðugt, men samskiftir opið og væl við onnur

Vit bjóða
Starvið er spennandi við nógvum samskifti við føroysk og útlendsk forløg, rithøvundar og fólk í serliga norðurlendsku mentanarstovnunum. Tú skalt vera við á altjóða bókamessum og fundum við norðurlendskar samstarvsfelagsskapir.

Setanar- og lønartreytir
Starvið sum samskipari verður lønt sambært avtalu.
Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til stjóran á Bókadeildini og verkætlanarleiðara á FarLit, Niels Jákup Thomsen, á tlf. 235772 ella á [email protected]

Umsókn
Skrivlig umsókn við avriti av viðkomandi prógvum og møguligum viðmælum skal vera okkum í hendi í seinasta lagi mánadagin 1. juli kl. 12.00.

Bókadeild Føroya Lærarafelags
Pedda við stein gøtu 9
FO-110 Tórshavn
Ella við telduposti til: [email protected]


Bókadeildin er forlag undir Føroya Lærarafelag, sum gevur út barna- og ungdómsbøkur, umframt barnabløðini STROK og Píka7 og fakblaðið fyri lærarar, Skúlablaðið. Vit hava bókaklubba fyri børnum og ungum í øllum aldri. Les meira á www.bfl.fo.

FarLit
varð stovnað í 2012, og fremsta uppgávan er at fáa føroyskar bókmentir út í heim. FarLit luttekur á altjóða bókamessum, letur týðarastuðul til útlendsk forløg, sum geva føroyskar bøkur út v.m.