
Farloyvisstarv sum samskipari hjá Visit Sandoy
Vit leita eftir einum forvitnum og væl skipaðum persóni sum ikki bangin fyri at hugsa eitt sindur øðrvísi!
Visit
Sandoy hevur tørv á einum samskipara at arbeiða hálva tíð í eitt tíðaravmarka
tíðarskeið, í einum spennandi arbeiðisumhvørvi har eingin dagur er eins.
Arbeiðisuppgávurnar eru fjølbroyttar og krevja hug og hegni at seta seg inní nýtímans
tøkni og sosialar miðlar og at samskifta við nógv ymisk fólk. Vit kunnu bjóða
tær stórar møguleikar at menna teg fakliga og persónliga. Man sigur at forvitin
er sjáldan fegin, men tað trúgva vit ikki uppá í hesum føri! Sum samskipari á
Visit Sandoy er tað avgjørt ein fyrimunur at verða forvitin eftir hvat rørir
seg í lokal samfelagnum.
Høvuðsuppgávurnar
Høvuðsuppgávan er at taka sær av avgreiðsluni hjá kunningarstovuni og
bókasavninum á Sandi, og veita kundum eina góða tænastu. Bókasavni er sjálvlán,
so tað umfatar ikki avgreiðslu av lán av børkum, men meira at samskipa okkurt
tiltak, fyrilestur, bókaframløgur o.s.fr.
Viðkomandi skal vegleiða og kunna um ymsar møguleikar í
sýsluni umvegis telefon, teldupost, sosialar miðlar, WhatsOn og sjálvandi til
vitjandi sum støkka inn á gólvið á kunningarstovuni. Arbeiði umfatar eisini at
samskipa tiltøk við leiðaranum, vera við at menna tilboð og at skriva tekstir
til lýsingar og heimasíðu. Sum heild skal viðkomandi samskipa kunning, og
arbeiðir tí í tøttum samstarvið við lokalar borgarar, veitarar, leiðaran og
onnur sum koma til Sandoynna at skipa fyri ymiskum.
Aðrar ítøkiligar uppgávur hjá samskiparanum
·
Gera
plakatir til ymisk tilboð og tiltøk
·
Samstarv við
bókasavns netverkið
·
Senda tilboð
til kundar
·
Taka ímóti
bíleggingum
·
Samskipa
túrar
·
Skriva og senda
rokningar og kanna eftir um tær eru goldnar
·
Søla og
uppgerðir
Førleikakrøv
Útyvir at vit ynskja at tú ert ágrýtin og jalig/ur av lyndi, so vænta vit av
tær at tú hevur góð samstarvsevni og dugir væl at lurta. Vit leita eftir einum
sum dugur væl at orða seg í skrift og talu, sum arbeiðir skipa og handlar
skjótt og trívist við at arbeiða sjálvstøðugt.
Tað er ein fyrimunir um umsøkjarar:
·
Eru útbúnir
bókavørðar
·
Eru stinnir
í teldukunnleika og sosialum miðlum
·
Arbeiða við
nærlagni
·
Hava ein
kreativan sans, og gott hugflog
·
Megna at
arbeiða sjálvstøðugt
Tað er ein fyrimunur um umsøkjarar hava royndir við
heimasíðuskipanum og eru skjótir at seta seg inní nýggjar skipanir og umstøður,
tó er hetta ikki eitt krav.
Arbeiðsumstøður og løn
Starvið er skipað við støði í samstarvssáttmála millum
Sands-, Skálavíkar-, Húsavíkar- og Skúvoyar kommunur. Samskiparin arbeiðir
undir leiðaranum á Visit Sandoy. Starvsstaðurin er á bókasavninum á Sandi.
Starvið er eitt hálvtíðarstarv á 20 tímar um vikuna, og verður
sett 1. September - 1. Oktober 2024. Viðkomandi arbeiðir gerandisdagar og
arbeiðistíðir verða gjørdar í samráð við leiðaran.
Lønin er
eftir sáttmála millum Starvsfelagið og Kommunala arbeiðsgevarafelagið/
Fíggjarmálaráðið.
Umsókn og samband
Umsóknir til starvið við prógvum og lívsrensl skulu vera
okkum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 2.06.2023 á middegi, kl. 12:00.
Umsóknir
skulu sendast til: [email protected] Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.
Umsøkjarar,
ið ynskja fleiri upplýsingar um starvið, eru vælkomnir at seta seg í samband
við nevndarforkvinnuna í Visit Sandoy Hannu á Reynatúgvu á tlf. 288393 ella
teldupost [email protected].