Fíggjarleiðari 

Fíggjarleiðari 

Søkt verður eftir fíggjarleiðara til SNA at byrja skjótast til ber.

Starvið
Sum fíggjarleiðari hjá SNA hevur tú dagligu ábyrgdina og leiðsluna av bókhaldinum, og av fíggjarviðurskiftunum hjá fyritøkuni. Tað er sostatt tín ábyrgd, at:
• allar dagligar bókhaldsuppgávur verða framdar, og at bókhaldið er væl skipað
• álítandi roknskapir og rapporteringar verða gjørd hvønn mánað
• skipa fíggjarætlanararbeiðið, og standa fyri uppfylging og eftirliti av hesum
• betra og effektivisera arbeiðis- og mannagongdir hjá fyritøkuni
• ráðgeva, greina og virka sum hugskotsgevi hjá stjóra og leiðarum í fíggjarviðurskiftum
• leiða, og luttaka, í ymsum verkætlanum

Um teg
• 
hevur leiðsluroyndir og royndir at stýra einum bókhaldi
• ert framfýsin
• megnar eftirlitsarbeiði
• hevur góð samstarvsevnir
• hevur góða heildarfatan, men eisini sans fyri smálutum
• dugir væl at skipa arbeiðið og taka avgerðir
• ert ábyrgdarfull/ur og hevur yvirblikk
• Tað er ein fyrimunur, men ikki eitt krav, at tú hevur hægri útbúgving, sum t.d. HD, innan roknskap.

Vit bjóða
• 
Eitt sjálvstøðugt og fjølbroytt starv, har tú er við til at mynda og menna leiðsluna av felagnum, har tú hevur ein virknan leiklut í, at tær avgerðir og strategiir, sum leiðslan tekur og stingur út í kortið, verða fylgdar
• Eitt jaligt og vinarligt arbeiðsumhvørvi
• Eitt starv, har tú kanst gera tína áskoðan og ávirkan galdandi
• Fakliga og persónliga menning

Starvið verður sett skjótast gjørligt. Lønin verður ásett eftir nærri avtalu.

Umsókn
Umsókn við møguligum avriti av prógvum, CV og møguligum viðmælum skulu vera SNA í hendi skjótast til ber og í seinasta lagi mikudagin 25. mai 2022.

Umsókn verður at senda teldutøk á sn@sna.fo, merkt "Fíggjarleiðari".

Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Selmar Nielsen, stjóra, á telefon 554812.

Okkara virksemi
SNA hevur síðani stovnanina í 2001 veitt tænastur og ráðgeving innan arkitektafakið og aðrar tænastur í hesum sambandi. Tað starvast í løtuni uml. 25 fólk hjá SNA á høvuðsdeildini í Tórshavn og á deildini í Keypmannahavn.