Gigni søkir eftir heilsufrøðingi til eitt tíðaravmarkað starv

Gigni søkir eftir heilsufrøðingi til eitt tíðaravmarkað starv

Starvið er:
36 tímar tíðaravmarkað starv á smábarna- og skúlaøkinum í Eysturoynni og Norðoyggjum. Starvið endar tann 31. juli 2022.

Starvið verður sett frá 1. august 2021 , ella eftir nærri avtalu.

Vit kunnu bjóða:
• 
sjálvstøðugt, spennandi og avbjóðandi starv
• fakligt mennandi umhvørvi
• at vera partur av einum samstarvstoymi við jaligum og eldhugaðum starvsfelagum

Førleikakrøv:
• 
útbúgving sum heilsufrøðingur
• løggilding sum sjúkrarøktarfrøðingur
• góð evnir at samstarva við leiðslu, starvsfelagar o.o.
• ábyrgdarfullur og álitisvekjandi
• áhugaður fyri fakligari menning

Møguleiki er eisini hjá sjúkrarøktarfrøðingum at søkja starvið, um teir lúka upptøkutreytirnar at lesa til heilsufrøðing.
Upptøkutreytirnar eru:
• útbúgving sum sjúkrarøktarfrøðingur og danska løggilding
• royndir sum sjúkrarøktarfrøðingur, sum svara til minst tvey ár við fullum setanarbrøki. Hesar royndir skulu vera frá minst tveimum av ávikavist føði- og barsilsdeild, neonatologi, pædiatri, barna- og ungdómspsykiatri, læknaviðtalu og heimarøkt. Minst ein av hesum starvssetanunum skal hava verið í minsta lagi 8 mánaðir til longdar.

Yvirskipað kunnu broytingar væntast í mun til raðfestingar og mannagongdir í samband við menningartilgongd.

Lønar- og setanartreytir:
Løn sambært sáttmála millum Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Fíggjarmálaráðið.

Umsókn við prógvum, CV og øðrum viðkomandi skjølum skal sendast til heilsutrygd@heilsutrygd.fo ella til Heilsutrygd, Postsmoga 52, Klaksvíksvegur 7, FO-700 Klaksvík.

Umsóknin skal verða Heilsutrygd í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 11. juni 2021, kl. 12.00.

Vilt tú vita meira um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Paulu Mohr, leiðsluskrivara í Gigni, paulam@gigni.fo, 614012 ella Petur Martin Hansen, leiðslufulltrúa í Heilsutrygd, pmh@heilsutrygd.fo, tlf. 614003.